B36 setti grannan upp á pláss

1. DEILD: Gilli Samuelsen var tvífaldur málskjútti ólavsøkudag

Gilli Samuelsen hevur skorað fýra mál í tveimum teimum seinastu B36 dystunum

Næstbesta liðið hjá B36 vann ólavsøkudag trivaligan sigur ímóti HB. 17. umfar í næstbestu deildini er í dag. Grannauppgerðin millum HB og B36 varð framskundað til ólavsøkudag, nú ásetti landskappingardysturin millum HB og KÍ varð útsettur, tí HB var upptikið í Europa.

 

Tølini siga, at B36 var omaná, og B36 vann 3-0. Bjarti Vitalis Mørk hevði í HB málinum fleiri góðar bjargingar, men tveir minuttir undan steðginum fekk B36 hol á. Eftir horn og innlegg frá Hans Jákup Annfinsson var tað Gilli Samuelsen, sum við høvdinum sendi bóltin í netið.

 

Tað var eitt korter eftir, tá ið Hugin Samuelsen spældi tvíburabeiggjan Gilla Samuelsen leysan, og so varð 2-0. Nú hevur Gilli Samuelsesn í tveimum dystum skorað fýra mál – tvey í 4-3 sigrinum ímóti Víkingi og tvey í 3-0 sigrinum ímóti HB.

 

Seks minuttir undan leikloki staðfesti Villiam Klein 3-0 sigurin, tá ið hann var leysur mitt fyri málinum.

 

Sigurin ber við sær, at B36 er á fimta plássi við 22 stigum, og HB er á áttanda plássi við 18 stigum.

 

 

 

 

 

17. umfar

 

Í dag

 

NSÍ – AB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

 

Skála – EB/Streymur: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00

 

B71 – Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 14.00

 

FC Suðuroy – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.00

 

 

 

Ólavsøkudag

 

HB – B36 0-3 (0-1)

 

0-1: Gilli Samuelsen 43.

 

0-2: Gilli Samuelsen 75.

 

0-3: Villiam Klein 84.

 

 

 

Skála151212391537
NSÍ16925402729
Víkingur16826402826
B7115825342326
B3617647263322
AB14545232519
EB/Streymur16619273719
HB166010223318
16439213415
FC Suðuroy15339213812

Gilli Samuelsen hevur skorað fýra mál í tveimum teimum seinastu B36 dystunum