Fótbóltur
Í fleiri ár varð B36 mett sum kanska fíggjarliga sterkasta felagið í landinum. Fleiri ár á rað varð talan um stór yvirskot, og eginognin var fyri fýra árum síðani farin upp um fimm milliónir krónur.
Støðan í desember mánaði í 2008 er tó ein heilt onnur. Hóast B36 tvær ferðir á rað spældi seg víðari í europiskum høpi, og harvið vann sær nógvar inntøkur úr UEFA-kassanum, so hevur pengastreymurin úteftir verið munandi størri enn inntøkurnar.
Somikið illa stóð til í summar, at øll nevndin í felagnum varð skift út. Kristjan á Neystabø og Kjartan Mohr vóru av fleiri mettir sum ímyndirnar av fíggjarligu sterku stýringini í felagnum, og teir játtaðu at koma aftur í nevndina, har Edvard Heen gjørdist triði nevndarlimurin.
Missiónin var heilt greitt at skrúva ein fíggjarligan bjargingarpakka saman, men hesin tykist nú vera miseydnaður.
15% til ognarar
Í øllum førum hevur B36 sent út skriv til ognarar sínar, har biðið verður um eina sonevnda akkord-skipan.
»Eftir at fíggjarkreppan tók seg upp fyrr í ár, og soleiðis sum gongdin í okkara samfelagið hevur verið, er tað vorðið alsamt meira torført at útvega felagnum nýggjan kapital, soleiðis at felagið verður ført fyri at rinda alla skuld sína.
Um felagið skal koma aftur á bein reint fíggjarliga er neyðugt, at felagið eina akkordskipan við vanligar kreditorar«.
Soleiðis verður sagt í skrivinum, har felagið sigur seg vera til reiðar at gjalda 15% av skuld sínari, soleiðis at B36 fíggjarliga kann koma aftur á beint, og kann tryggja framhaldandi rakstur felagsins.