Við 3-0 sigri á Sandi sunnudagin styrktu toftamenn um sína støðu í botninum í Vodafonedeildini. Men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og nú tað resta fýra umfør, er tað framvegis møguleiki fyri, at B68 kann flyta niður.
Leygardagin verður tunnilsdagur og harvið nógv ferðsla til Klaksvíkar. B68 og trúgvu viðhaldsfólkini fara við streyminum til Klaksvíkar, har B68 seinnapartin verður partur av lyklauppgerð í botnstríðnum.
Nú er tað greitt, at Ahmed Keita ikki verður á B68-liðnum. 24 ára gamli senegalesiski álopsspælarin varð skaddur í fyrsta venjingardystinum í mars mánaði, og hóast hann hevur spælt 20 dystir í ár, so hevur hann ongantíð verið førur fyri at spæla við fullari megi.
– Keita er ein fantastiskur spælari. Hóast hann ikki hevur verið meiri enn 60 prosent, so hevur hann verið eitt aktiv fyri okkum, men tað hevur verið ógvuliga harmuligt, at hann ikki hevur verið førur fyri at spælt við fullari megi. Tað verður roknað við, at krossbandið í øðrum knænum er farið, og týsdagin fór hann til Keypmannahavnar, har hann verður skurðviðgjørdur.
Tað er B68-venjarin, Bill McLeod Jacobsen, sum greiðir frá.
Fáir álopsmøguleikar
B68 og Bill hava stórar trupulleikar í álopspartinum, tí í hesi vikuni er eisini Óli H. Olsen farin til skips aftur. Hann hevur verið ein annar av álopsspælarunum, og uppaftur ein annar er 20 ára gamli Ibrahima Camara úr Senegal.
Camara hevur ikki verið á besta B68-liðnum síðani 19. juni. Orsaka av álvarsamum knæskaða hevur hann ikki verið við síðani, og tað er greitt, at hann ikki verður við í Klaksvík og í hinum trimum dystunum, sum eru eftir at spæla í ár.
Keita, Camara og landsmaður teirra, miðvallarin Ndende, eru sáttmálabundnir at B68 næsta ár, og tað verður vónað og roknað við, at teir allir fara at vera klárir eftir ársskiftið.
Stig-Roar Søbstad var ætlaður pláss í B68-álopinum, men tað riggaði einki serligt, og í summar flutti hann aftur til AB.
Møguleikarnir til B68-álopsplássini í Klaksvík og í trimum teimum síðstu dystunum eru Oddur Højgaard, sum eisini hevur verið nýttur í miðverjuni, Kristian Anton Andreasen, Jónleif Højgaard og Bjarki Johannesen, sum ikki enn hevur verið millum teir fyrstu ellivu.