Fótbóltur
B68 hevði knívinum á barkanum, tá ið teir fóru á Vágseið. Í fyrstu atløgu riðu toftamenninir stormin av.
Heimaliðið vann lutakastið, teir valdu at spæla undan rættuliga fríska lotinum, og so skuldi verið lagt upp til trý korter við trýsti frá VB og á málið hjá Meinhardi Joensen. Men soleiðis gekk tað als ikki. Heldur var tað tvørtur ímóti.
B68 spælararnir tóktust væl meiri giraðir til hesa uppgávuna, enn vágbingarnir vóru tað. VB hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær plássið í bestu deildini, og gongdin seinastu vikurnar hevur ikki bent á, at VB hevur ætlað sær at vunnið heiðursmerkir.
Hóast teir høvdu vindin ímóti, so vóru tað toftamenn, sum høvdu bóltin væl meiri enn mótstøðumenninir, og teir megnaðu at halda bóltin á jørðini. At B68arnir vóru so uppsettir sást aftur í, at teir onga løtuna góvu mótstøðumonnunum tíð til at skipa sítt spæl. B68 spælararnir vóru beinanvegin á mótstøðumonnunum, teir vunnu nærdystirnar á jørðini og í luftini, teir vóru fyrstir á returbóltunum, og teir arbeiddu og fluttu seg fyri hvørjum øðrum soleiðis, sum tað ongantíð áður fyrr í ár hevur verið at sæð.
Hóast teir høvdu lotið undan, so vóru vágbingarnir alt fyrra umfarið um ein háls, og tað vóru so at siga bara málmøguleikar ímóti málinum hjá Bjarna Johansen. Eyðun Jacobsen og Anders Sørensen høvdu nóg mikið at gera við at halda væl uppløgdu Anderson og Jóhan Peturi Poulsen, sum funnu væl hvønn annan, frá at royna ímóti málinum.
Jón Pauli Olsen var hesa ferð á sentrala VB miðvøllinum undir liðini á Milan Kuljic, men serliga í 1. hálvleiki var tað týðuligt, at ógvuliga arbeiðssami og skilagóði Bogi Petersen og Eyðstein Skipanes, sum krýndi gott avrik við fyrsta málinum, vóru omaná, og eftir steðgin varð veteranurin avloystur av Kára í Lágabø.
Tá ið eitt korter var farið, hevði B68 fyrstu vandamiklu royndina, men eftir fríspark dygst uttanvert brotsteigin streyk bólturin framvið.
Eyðstein Skipanes setti hol á, tá ið fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið. Eftir uppspæl í vinstru, har Øssur Jacobsen var væl upplagdur síðuspælari á miðvøllinum, og har Jákup Eli Olsen, sum stóran part av tíðini spældi við bindið um høvdið, tí hann varð skaddur í andlitinum, var íblásari í vinstra verjuborði, varð lagt út um brotsteigin. Eyðstein Skipanes smekkaði til, tað tóktist sum um, at Bjarni Johansen roknaði við, at flata skotið skuldi fara framvið stólpanum, og so var 1-0 til gestirnar, sum vóru uppsettir at økja um leiðsluna.
Tað gjørdu teir, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Hesa ferð var Anderson meistari fyri málinum, eftir at Bogi Petersen hevði spælt hann leysan í brotsteiginum.
Sami leistur
Eftir steðgin hevði B68 vindin undan, men tað broytti ikki so nógv upp á spælbýtið. Spenningur kom kortini í aftur eina lítla løtu, tá ið VB hevði minkað um munin. Talan var um frísparksstøðu uttanvert brotsteigin í vinstru. Toftamenn tóktust ætla at seta rangstøðufellu, men ein av teimum var ikki við upp á tað, og so var Milan Kuljic fyrstur á.
VB minkaði um munin í 67. minutti, men tíggju minuttir seinni hevði brasiliumaðurin Anderson enn eina ferð økt um B68 leiðsluna til tvey mál. Hesa ferð átti VB verjan sín lut í málinum hjá toftamonnum. Eftir VB málspark ímóti vindinum, tók lotið bóltin, sum datt niður á VB hálvuni. Hann stakk upp um ein verjuspælara. Bjarni Johansen kom út ímóti, men áðrenn nakar vágbingur fekk møguleika at taka ella at beina bóltin av vegnum, var Anderson á staðnum, og í bleytum boga lyfti hann við høvdinum upp um VB málverjan og so niður í málið.
Tá ið tað restaðu tíggju minuttir ella tríggjar minuttir eftir triðja B68 málið, svaraði VB aftur, og síðstu løtuna var tað rættuliga spennandi. Poul N. Poulsen, sum hesa ferð var í álopinum og undir liðini á Mindaugas, átti síðsta fótin á. Hann gjørdi sær dælt av, at tað varð drálað eitt vet í B68 verjuni.
VB royndi at leggja trýst á síðstu tíggju minuttirnar fyri at fáa útjavnandi málið. Men gestirnir megnaðu at varðveita konsentratiónina. Tað eydnaðist, og harvið megnaðu toftamenn fyri fyrstu ferð á árinum at fáa øll trý stigini. Hóast línan er kløn, so ber tað framvegis til hjá B68 at liva í vónini um, at tað, sum leingi ikki hevur sæð út til at skula bera til, kortini fer at bera til.