B68-hetja venjari í NSÍ

Aksel Højgaard, sum í eitt mannaminni var álopsspælari í B68, er nú farin til Runavíkar at royna seg innan fótbóltin. Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at Aksel Højgaard í ár skal venja 1. deild kvinnur og Gentur 14-17 ár hjá NSÍ. Hetta er fyrsta árið, at NSÍ hevur 1. deild kvinnur, men gentuliðini í felagnum hava staðið seg væl  í fjør vunnu Gentur 14-17 ár bæði landskappingina og steypakappingina. Roknað verður við, at nógvar av gentunum eisini skulu spæla í 1. deild í ár. Eyðun Gaardbo og Egil Olsen hava frammanundan verið venjara hjá Gentum 14-17, og teir fara at hjálpa Aksel við venjingini av gentu- og kvinnuliðnum.