B68 hevur skift málverja

Hjá Víkingi er liðformaðurin ikki við í dag, og hjá B68 er Lukasz Cieslewicz á beinkinum

Nú klokkan 15 verður fyrsta bríksl í oyggjauppgerðini í Sarpugerði millum Víking og B68.

 

Toftamenn hava skift málverja. Í dag er Joakim Jurs í B68 málinum, meðan Rói M. Hentze er á beinkinum. Tað hevur vísti seg undir upphitingini, at Rói Mørk Hentze ikki er førur fyri at spæla. Ætlanin var eisini, at Lukasz Cieslewicz skuldi vera á framrættaða miðvallarplássinum, har hann hevur verið allar dystirnar higartil í ár. Í dag er Lukasz á beinkinum, tí hann er darvaður av skaða. Esmar P. Clementsen er ikki komin heim til henda dystin.

 

Hjá Víkingi er liðformaðurin og verjuskansin Atli Gregersen ikki á listanum. Eftir útvísingina í Hólmanum á Eiði fekk hann leikbann í tveir dystir. Tann fyrri var síðsta sunnudag, tá ið Víkingur vann 6-0 á útivølli ímóti TB, og í dag er hann aftur leikbannaður.

 

 

 

Víkingur – B68 kl. 15.00

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

Víkingur: Sonni Højgaard – Bárður J. Hansen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Geza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen

 

B68: Joakim Jurs – Ari Johannesen, Áki Johannesen, Chris Jastrzembski, Hjalti Strømsten – Tonni J. Thomsen, Jann Ingi Petersen – Andri Benjaminsen, Bárður Ó. Jensen – Fríði í Túni Petersen, Steffan A. Løkin