B68 kiksaði á Argjum

Næstbesta AB liðið vann 4-2 á B68, og Skála skoraði níggju ferðir í Miðvági

18. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var í gjárkvøldið. Longu týskvøldið endaði tað málleyst millum B71 og 07 Vestur. Tí hevði B68 møguleika at taka seg nærri næstfremsta plássinum, men tað eydnaðist ikki. Teir næstbestu hjá AB vunnu 4-2, eftir at toftamenn eina løtu vóru frammanfyri 2-0.

 

Í Miðvági vann toppliðið Skála 9-1. Ongantíð fyrr í ár hevur nakað lið skorað níggju mál.

KÍ vann á heimavølli 3-1 ímóti Víkingi. Hetta var sjeyndi KÍ sigurin á rað. Nú eru klaksvíkingar á triðja plássi. Teir hava sama stigatal og sama málmun sum B68, men KÍ hevur skorað fleiri mál enn B68.

Dysturin millum NSÍ og B36 er útsettur til 16. september.

 

18. umfar

MB-Skála 1-9 (0-3)

0-1: Brian Jacobsen 16.

0-2: Brian Jacobsen 25.

0-3: Jákup Johansen 45.

0-4: Brian Jacobsen 52.

0-5: Poul G. Olsen 56.

0-6: Jákup Johansen 60.

1-6: Ingi Wiberg Joensen 67.

1-7: Poul G. Olsen 68.

1-8: Uni Jacobsen 80.

1-9: Hendrik á Fríðriksmørk 90.

 

AB-B68 4-2 (1-2)

0-1: Esmar P. Clementsen 11.

0-2: Andrias á Líknargøtu 25.

1-2: Bjarki Nielsen 41.

2-2: Jónas Stenberg 52.

3-2: Dan í Soylu 64.

4-2: Dion B. Splidt 78.

 

KÍ-Víkingur 3-1 (0-0)

0-1: Óttar Olsen 58.

1-1: Jóannes Bjartalíð 64.

2-1: Jóannes Bjartalíð 66.

3-1: Dávid Langgaard 83.

B71-07 Vestur 0-0

NSÍ-B36 útsettur til 16. september

 

19. umfar

Fríggjadagin 3. juli

AB-B71: Vinjard Dam

Leygardagin 4. juli

Skála-KÍ: Rúni Gaardbo

B68-MB: Jan á Líðarenda

B36-Víkingur: Bent Tommy Linklett