B71 fekk einki við heim úr Hvalba

Fótbóltur: Hvalbingar høvdu munin og vunnu uppiborið 2-1 á B71

Av fýra møguligum hevur Royn nú vunnið tríggjar dystir. Hesaferð gekk tað út yvir B71, ið ? sum tað sær út í løtuni ? ikki skal gera sær stórar vónir um at venda skjótt aftur til 1. deild, sum teir taptu í fjør.

Sandoyingar taptu 2-1 á grasvøllinum í Hvalba, og einki kundi setast á sigurin hjá heimaliðnum. Tað vóru ikki nógvir heilt opnir kjansir í dystinum, men Royn hevði teir flestu, sum vóru. Í fyrra hálvleiki høvdu bæði Jákup Midjord og Alexander Vukotic góðar møguleikar fyri at skora, men tað var hin jugoslavin hjá Royn, Milan Cimburovic, sum skeyt einasta málið undan steðginum. Jákup Midjord fekk fatur á einum innkasti afturi við baklinjuna. Hann legði aftur til Milan, sum úr 25-30 metrum langaði til, og bólturin endaði úti í síðunetinum til 1-0.

Seinni hálvleikur var bert eini fimm minuttir gamal, tá 1-0 bleiv til 2-0. Aftasti maður hjá Royn, Poul Poulsen, var komin framvið til eitt hornaspark, og hann skallaði á tvørstongina. Bólturin endaði hjá Róin Schrøder, sum hevði lætt við at tvífalda um leiðsluna hjá heimaliðnum.

Royn hevði tamarhald á heilt fram til 78. minutt, tá B71 fekk eitt sindur av trúnni aftur. Eli Hentze fekk bóltin nakað uttanfyri brotsteigin. Hann royndi seg við einum skoti, bólturin kom á knæið hjá Róin Schrøder og snýtti málverjan hjá hvalbingum.

Tá hevði Alexander Vukotic verið nær við at økt um leiðsluna hjá vertunum, og Jónsvein Thomsen hevði eisini verið nær við fyri gestirnar.

B71 trýsti seinastu tíggju minuttirnar, men meira kom ikki burturúr, og sandoyingar noyddust norður um aftur uttan fong. B71 spældi væl til tíðir, men sum oftast gekk tað bert fram til Royn-verjuna, og so kom ikki meira burturúr. Liðið av Sandoynni er ungt við onkrum royndum kreftum innímillum, eitt nú Eli Hentze, Waldemar Nowicki og Jóan Petur Clementsen, og leygardagin vóru Rúni í Soylu og Jógvan Jón Petersen eisini við. Men liðið er sum heild ungt og hevur tíðina fyri sær. Sandoyingar skulu helst ikki satsa so nógv uppá at flyta upp í ár, tí liðið er enn ov grønt til at kunna standa seg í 1. deild. Hinvegin eigur liðið so avgjørt at kunna halda seg í 2. deild, men trý stig fyri fýra dystir er í minna lagi.

Royn hevur eitt gott lið, men fyri teir ræður um at hava allar spælarar tøkar. Hópurin er ikki so stórur, og tað merkist skjótt, um menn falla frá, so sum tað hendi til dystin í Klaksvík næstseinasta vikuskifti. Í fjør hilnaðist illa hjá hvalbingum í fyrru helvt orsakað av skaðum, men tað eru teir so slopnir rættiliga væl undan higartil í ár.