B71 fingið nýggjan miðverja

Eftir nakað av stríði eru øll loyvini hjá Brian Okpala komin upp á pláss

B71, sum spælir í næstbestu deildini í Føroyum, hevur fingið tilgongd av Brian Okpala. Nigerianskt føddi Brian Chukwudubem Okpala skrivaði undir við B71 í mars, men orsaka av korona seinkingum, bleiv arbeiðsloyvið seinkað, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

B71 er ikki ókent við at heinta útlendskar leikarar til felagið. Líka síðani meistaraheitið í 89, hevur felagið í Sandoynni støðugt havt útlendingar, nærum hvørt ár í bestu deildini, umframt fleiri ár í lægru deildunum.

- Til kappingarárið 2020, arbeiddu vit miðvíst saman við høvuðsvenjaranum Richard Goffe, at syrgja fyri at vit fingu fatur á røttum leikara, at loysa eina uppgávu har tørvurin var størstur. Verjuparturin, serliga miðverjan, var mett at vera plássið í hópinum, ið minst av leikaratilfeingið var til staðar. Tá Richard so fekk boðið at luttaka á eini royndarvenjingarlegu í USA tíðliga í árinum, sóu vit tað sum eitt upplagt høvið at fáa nógv góð boð uppá leikarar, skrivar B71.fo.

Útav teimum gott hundrað spælarunum sum venjarin sá, og vandi, á uttanlanda ferðini, var Brian fyrsta valið verður sagt. Felagið hevur bert fíggjarligt rásarúm til ein sáttmálabundnan útlending og tí var avgerðin løtt at taka. 

- Tíverri fyri bæði okkum, men serliga Brian sjálvan, so rakti koronakreppan nærum í somu løtu, ið vit væntaðu arbeiðs- og uppihaldsloyvið at vera komið undir land. Úrslitið er at kappingin bleiv útsett til nú um eina góða viku og arbeiðsloyvið hevur bíðað til um somu tíð. Í síðstu viku kom loyvið tó endiliga og Brian kundi flytast til felagið, eini 2 mánaðir eftir, skrivar B71.fo.

 ##med2##

Brian Okpala verður lýstur sum miðverjuleikari, ið tosar og leiðir nógv í verjuni, umframt at hann er bæði stórur og sterkur.

- Vónandi og væntandi fer maðurin at trívast væl í føroyskum fótbólti og hjálpa B71 í málsetninginum at leita sær uppeftir stigatalvuni hettar kappingarárið. Fyrsti dystur verður leygardagin 16.05.2020 ímóti HB í Gundadali, og tá verður Brian tískil eisini at síggja á vøllinum, skrivar B71.fo.

1.umfar í 1.deild hevur longu verið. B71 spældi javnleik 1-1 móti 07 Vestur.