B71 vann í fyrstu royndini í nýggju tíðarrokningini

Jónatan Kjærbo skoraði fyrra málið og var harvið søguligur B71 málskjútti

Upp á nógvar mátar er talan um nýggja tíðarrokning í Sandoy. Umframt ta vanligu, sum stórur partur av heiminum roknar við og útfrá, so rokna sandoyingar við fyri og eftir, at tunnilin læt upp.

 

Í dag var fyrsta landskappingardysturin hjá besta B71 liðnum, síðani tunnilin stutt undan jólum var opin fyri almennari ferðslu.

 

Í dag var talan um heimadyst ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.

 

B71 vann fyrsta dystin, tá mótstøðuliðið er komið undir fjørðinum og ikki um sjálvan Skopunarfjørð.

 

B71 vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Eitt stórt korter var farið, tá ið Jónatan Kjærbo setti hol á. Í fjør skoraði hann fimm mál í 1. deild – millum annað eitt ímóti KÍ – og í dag varð hann søguligur málskjútti, tí hann var tann fyrsti at skjóta mál fyri B71, síðani tunnilin varð opin fyri almennari ferðslu.

 

Seinna málið skoraði Tijani Mohammed Uakubu, tá ið tað restaðu átta minuttir.

 

Nýggi danski málverjin hjá KÍ, Mark F. Jensen, vardi KÍ málið á Sandi í dag.