Bachelor í boykot

– Eg átti at fingið 12, sigur Hanus Samró, sum í dag vardi bacheloruppgávu um, hví Føroyar brutu strandalandaavtaluna

– Eg átti at fingið 12, sigur Hanus Samró, sum í dag vardi bacheloruppgávu um, hví Føroyar brutu strandalandaavtaluna.

 

26 ára gamli løgtingsmaðurin fyri Fólkaflokkin lesur eisini stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum, og í dag skuldi hann verja sína bacheloruppgávu.

 

Bacheloruppgávan snýr seg um, hví Føroyar brutu strandalandaavtaluna um makrel. Ein avgerð, ið sum kunnugt førdi til líknandi støðu um býtið av norðhavssildini, ið aftur elvdi til ES-boykot móti makreli og norðhavssild úr Føroyum.

 

Løgtingsmaðurin var til próvtøku, samstundis sum landsstýrið varð kunnað um ta avtalu, ið Jacob Vestergaard hevur gjørt við ES um sildafiskiskapin í ár. Ein avtala, har Føroyar binda seg til at fiska í mesta lagi 40.000 tons av sild, afturfyri at ES tekur aftur sítt boykot móti Føroyum.

 

– Eg fekk 10 fyri uppgávuna. Men eg átti at fingið 12, sigur ein bara partvís nøgdur bachelorur.

 

Í gjár var Hanus Samró í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, har hann er varamaður fyri Jákup Mikkelsen. Á skránni var ráðførsla við løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnumálum – um sildakvotuna og handilsboykottið.

 

Í bacheloruppgávuni skrivar Hanus Samró annars soleiðis:

 

- Tað hevði verið áhugavert at fingið innlit í politisku viðgerðirnar í løgtinginum, men tað var ikki møguligt, tí alt, ið hevur við uttanlandsviðurskifti at gera, verður beint í uttanlandsnevndina – og tað er í trúnaði.

 

Á myndini er tað Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum ynskir Hanusi Samró tillukku við bacheloruppgávuni.