Ummæli
Kinna Poulsen
Fyrr í tíðini, tá tú á Ólavsøkuframsýningini sást bæði vánaliga list og rein meistaraverk hjá til dømis Ingálvi av Reyni, sum togaði samlaða framsýningarstøðið uppeftir, høvdu skiftandi úrvalsnevndirnar hjá Ólavsøkuframsýningini fyri at heingja tey vánaligastu verkini niðri í lítla kjallararúminum undir framsýningarsalinum í Listasavninum, ið virkaði sum eitt slag av bad-taste-party-appendixi til Ólavsøkuframsýningina, og sum eisini varð nevndur “Skammikrókurin”. Tað er júst hesin sami skammikrókurin, ið kemur til hugs, tá tú stígur inn í ársins Várframsýning, ið øll sum hon er, er átøk einum bad-taste-party, ið nú er sloppið at breiða seg uppiá í fínustovu.
Góðskustøðið enn einaferð
Øll eru annars so findarglað, av tí at framsýningin er øðrvísi enn hon plagar (tað vil siga minus landslagsmyndir), og tí at Listaskálin ikki longur bert er fyri tey innbodnu, ella “ein afturlatin veitsla”, sum danir siga. Og tað mugu vit veruliga staðfesta, at tað ikki gevur meining longur at tosa um gáttina hjá Listasavninum, tí har er eingin gátt, men dyr, ið eyðsýniliga eru víðopnar fyri einum og hvørjum. Einasti trupulleikin er vantandi góðskustøði. Eg havi eina margháttliga kenslu, sum kann lýsast við einum dømi úr tónleikaheiminum, um til dømis Føroya Symfoniorkestur valdi at seta í starv fólk, sum enn ikki dugdu at fáast við teirra ljóðføri og hvørki dugdu musikkteori ella praksis. Vit duga øll at hoyra á teimum mongu framúr framførslunum hjá FSO, at hetta ikki er galdandi, og at førleikarnir hjá bæði tónleikarum og dirigenti eru í lagi. Tað sama kann tíverri ikki sigast at vera galdandi fyri myndlistaøkið, tá verk ferð eftir ferð verða sýnd fram á okkara Tjóðarlistasavni, ið heilt einfalt ikki eru nóg væl gjørd, ei heldur nóg væl hugsað.
Trash-drag ulpumaður
Tó er onkur góð listauppliving í væntu á ársins Várframsýning, ikki minst hjá fjøllistamanninum Dennisi Agerblad, hvørs klædnainstallatión hin vegin (í denn grad) stuðlar undir bad-taste heildarkensluni av framsýningini. Men Dennis Agerblad hevur neyvan nakað ímóti at luttaka í einum bad-taste-party, eins og hann ivaleyst bert fegnast um mína atfinning av hansara verkum, sum eru nógv tey bestu á Várframsýningini, men sum altso ikki eru løtt at finna í øllum óruddinum. Eg veit, at klæðini, skógvarnir, parykkarnir osfr. eru partar av hansara installatión, men har er heilt einfalt ov nógv at taka støðu til hjá áskoðaranum. Hóast ein ætlan hómast í upphanginum av klæðum, sum savnast við brúðarkjólanum í miðjuni, so kennist framsýningin kaotisk. At vera eitt sindur í meira lagi og á yvirtromini er ivaleyst júst har, sum Dennis Agerblad trívist best sambært hansara heimasíðu HYPERLINK "http://www.dennisagerblad.dk" www.dennisagerblad.dk Hann hevur í mong ár, millum annað saman við bólkinum “Dunst”, upptraðkað í konufólkaklæðum eitt nú við tí, teir nevna trash-dragshow. Hóast vit føroyingar helst hava gott av at blíva provokeraðir, tykist installatiónin við fotomyndum av Agerblad í føroyskum (konufólka)klæðum við nektaðum kynsgøgnum, heldur fløt og óáhugaverd listarliga sæð. Provokatiónin er í sjálvum sær ikki nóg sterk í hesum fotomyndunum av eini hending, sum gekk fyri seg fyri sjey árum síðani.
Martyrleikluturin
Visuelt eru tað sjálvportrettini, sum mynda nógv tann mest áhugaverda partin av framsýningini hjá Dennisi Agerblad, har hann lýsir seg sjálvan í ymiskum leiklutum sum íspegil, pínslarvátta osfr. Myndirnar eru ikki ólíkar sjálvportrettunum, sum Agerblad (tá æt hann OVA) sýndi fram á Den Frie á framsýningini av føroyskari list í 1999. Myndevnið og uppsetingin er tann sama sum tá, eins og kollasjukenda mannagongdin, (sum eisini sást á teirri frálíku permumyndini til yrkingasavnið “Speispei spei” hjá Tóroddi Poulsen, sum OVA eisini gjørdi) við eini grefligari, hvítari umhvarvslinju kring figurin, er hin sama. Gula myndin av álvarsliga listamanninum við blóðflekkutum andliti er í mongum lík gomlum, katólskum pínslarváttarlýsingum, sum eisini er prýdd við ljómandi gulum og violettum páskalitum. Samstundis ivast áskoðarin onga løtu í, at hetta er ein nútíðar dekorativ portrettlýsing hjá einum listamanni, sum er meir enn vanliga tilvitaður um rák og ekshibitionistiska listafólkaleiklutin. Ímyndin av listamanninum sum pínslarvátta gongur aftur í listasøguni, men lýsingin hjá Dennisi Agerblad tykist sjálvstøðug og rørandi. Álvarsemi klæðir íspegilinum.
Áhugaverdar grafiskar myndir
Grafiska myndin av kvinnum í burka er áhugaverd og rættiliga øðrvísi í mun til hinar myndirnar á framsýningini. Bárður Oskarson er í portrettmyndum sínum kanska ikki so hugnaligur og fittur, sum í hansara framúrskarandi barnabókum, men monokromu málningarnir á Várframsýningini eru als ikki óspennandi. Tó tær tvær fotomyndirnar hjá Bárði Eklund eru sera ymiskar, er pyramidubygnaðurin í hesum báðum myndunum “Hugaferð” og “Burturferð” at kalla samlíkur. Tann myrkara er serliga áhugaverd við eini svarthvítari, ítøkiligari sansaligheit, sum gevur hugasamband við stílin hjá amerikanska fotografinum Robert Mapplethorpe, ið tó er nakað væl meira beinleiðis seksuellur, enn Bárður er í hesi eitt sindur surrealistisku og psykiskt løddu myndini, ið onkursvegna tykist snúgva seg um valdslutfall. Sosialrealistiska myndarøðin hjá Onnu Kathrinu Højgaard er áhugaverd í sínum stillføri, men ósamanhangandi, sum um partar, umráðandi fyri tað narrativu gongdina í røðini, vanta. Kanska eru ikki allar myndirnar, sum hoyra til myndarøðina, slopnar við á framsýningina?
Føroysk popplist
Anniku Hansen eru vit farin at síggja alt meira til, og tað er slettis ikki so galið. Tað er serliga, tá innihaldið í hennara popart merktu myndum gerst persónligt, har áskoðarin varnast okkurt álvarsamt so sum tað livaða gerandislívið, at myndirnar fáa nakað upp á seg. Og so kann hon fyri mær skrúva niður fyri teimum lekru, damublaðskendu árinunum. Hinar popplistkendu myndirnar á framsýningini hava næmingar í Hoydølum málað, og hóast framsýningin neyvan sýnir tað besta, sum hesi ungu fólkini hava gjørt, ivist eg onga løtu í, at okkurt listafólki spyrst burturúr teimum ungu. Jóannes Lamhauge var eisini fyri stuttum næmingur í Hoydølum, og á Várframsýningini roynir hann seg við eini nýtulking av myndini av grátandi sigoynarabarninum, sum mong høvdu hangandi, inntil tað á óløgnan hátt gjørdist okkum øllum kunnugt, at hesar sentimentalu, brúnu myndirnar, sum í stíli herma eftir gomlu myndunum áðrenn modernistiska syndafallið, vóru dømi um smakkloysi av ringastu skuffu. Út við teimum grátandi sigoynarabørnunum, inn við Monet-kopiunum við myndevnum úr vakra urtagarði hansara í Giverny. Eg veit ikki um Jóannes Lamhauge er tilvitaður um allar teir kitschutu hjátýdningarnar í lýsing hansara av lekru damuni við sovikamarseygum og tannsteytara í friðarvarveitandi ST-hjálmi við spælikortum, men hetta er í øllum førum eitt av stuttligaru verkunum á framsýningini, sum gevur nógvar og løgnar assosiatiónir.
Dýrur samleiki
Bert 15 luttakarar eru slopnir gjøgnum listarliga nálareygað hjá sensurnevndini á ársins Várframsýning, herav eru tveir teirra (Ole Wich og Rannvá Holm Mortensen) sjálvir í sensurnevndini. Hesin ósiður hongur óivað saman við trotinum, ið merkist sum ein reyður tráður gjøgnum alla framsýningina, har temaið “samleiki” tykist hava kostað kanska ov nógv. Møguliga hevði hetta temaið verið hóskiligari sum skúlaverkætlan. Hjá áskoðaranum tykist fortreytin fyri, at tú kanst njóta hesa framsýning vera, at tú í staðin fyri at illneitast inn á ta vantandi góðskuna, fegnast um, at høvuðsmyndevnið á eini føroyskari listaframsýning endiliga er okkurt annað enn landsløg. Og tað er jú í sær sjálvum alletiders og gott klárað, at Pól Skarðenni og hini megna at mála okkurt annað enn landsløg, men í Tjóðarlistasavninum kennist vantandi góðskustøði heilt einfalt ov pátrongjandi til, at tú sum kritiskur áskoðari kanst ganga treytunum hjá framsýningini á møti. Hervið miseydnast Várframsýningin 2009 sum verkætlan.
Várframsýningin 2009 er at síggja í Listasavni Føroya fram til 12. apríl. Opið er týsdag - sunnudag kl. 14.00 - 16.00