Baka saman við nissumammuni

Hesa vikuna bjóðar SMS øllum børnum at baka smákøkur við hugnaliga jólabýin á Torginum

Aftur hesa vikuna skipar SMS fyri stórum og forvitnisligum barnatiltakið á Torginum. Hesaferð bjóða tey børnunum at baka smákøkur saman við nissumammuni og hjálparfólkum hennara í fittu jólahúsunum, sum standa við hugnaliga jólabýin á Torginum.
Á Torginum verða tvey jólahús og eisini verða sett upp borð, har børnini kunnu leggja deiggið í formar. Tá ið hetta er gjørt, verða formarnir latnir nissumammuni ella einum av hjálparfólkum hennara, sum síðani baka køkurnar.
Børnini kunnu so taka køkurnar við sær heim, ella kanska eta tær í SMS. Hós- og fríggjamorgunin millum kl. 10.00-12.00 bjóða vit børnum úr vøggustovum og barnagørðum á gólvið at baka. Tá ið tey eru liðug at baka, bjóðar MBM ein pakka av skúlamjólk, sum kann drekkast afturvið matpakkanum.
Annars ber eisini til hjá børnum at baka hósdagin millum kl. 15.00-17.30 og leygardagin millum kl. 11.00-14.00. Tiltakið er ókeypis.
Fríggjadagin millum kl. 15.00-19.00 bjóðar nissumamman ókeypis heitar aflur til øll vitjandi.