Bakkafrost heldur reisigildi

Alifyritøkan Bakkafrost heldur í dag reisigildi á Glyvrum

Føroya størsta alifyritøka Bakkafrost heldur í dag reisigildi á Glyvrum.

 

 

Fyritøkan hevur latið byggjað ein nýggjan bygning, sum skal brúkast til framleiðslu og goymslu av flamingokassum.

 

 

Bygningurin er sjey metrar høgur og er 2100 fermetrar til víddar.

 

 

- Hetta er fyrsti bygningurin í okkara útbyggingarætlan, sum er rættiliga umfatandi. Vit hava eina samlaða íløguætlan á 1,1 milliardir krónur, og ætlanin er at vit fara at gera ymsar útbyggingar yvir tey næstu fimm árini, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen.

 

 

Væntandi verður nýggi bygningurin á Glyvrum innilokaður til nýggjárs og skal eftir ætlan takast í nýtslu í summar.