Ballon d’Or: Hesir eru í uppskoti til 2019

Liverpool hevur heilar sjey spælarar á listanum, meðan Luka Modric skrivar søgu

Franska tíðarritið, France Football, hevur í dag kunngjørt listan við spælarum, sum eru í uppskoti til Ballon d’Or 2019. Listin telur 30 spælarar, men fyri fyrstu ferð nakrantíð er undanfarni vinnarin ikki við. Tað er Luka Modric úr Real Madrid.

Liverpool er best umboðað við heili sjey spælarum. Alisson Becker, Trent Alexander-Arnold, Virgil van Dijk, Georginio Wijnaldum, Sadio Mane, Mohamed Salah og Roberto Firmino.

Listin telur eisini spælarar sum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, sum eiga fimm Ballon d’Or bóltar í part. Fleiri hava tó undrast á at málverjin hjá Tottenham, Hugo Lloris, er millum teir útvaldu. Hann hevur ikki havt eitt gott ár.

Teir 30, sum eru í uppskoti:

Sadio Mane - Liverpool

Sergio Aguero - Manchester City

Frenkie de Jong - Ajax/ Barcelona

Hugo Lloris - Tottenham

Dusan Tadic - Ajax

Kylian Mbappe - PSG

Trent Alexander-Arnold - Liverpool

Donny van de Beek - Ajax

Pierre-Emerick Aubameyang - Arsenal

Marc-Andre Ter-Stegen - Barcelona

Cristiano Ronaldo - Juventus

Alisson - Liverpool

Matthijs de Ligt - Juventus

Karim Benzema - Real Madrid

Georginio Wijnaldum - Liverpool

Virgil van Dijk - Liverpool

Bernardo Silva - Manchester City

Heung-min Son - Tottenham Hotspur

Robert Lewandowski - Bayern Munich

Roberto Firmino - Liverpool

Lionel Messi - Barcelona

Kevin de Bruyne - Manchester City

Kalidou Koulibaly - Napoli

Riyad Mahrez - Manchester City

Antoine Griezmann - Barcelona

Mohamed Salah - Liverpool

Joao Felix - Atletico Madrid

Eden Hazard - Real Madrid

Marquinhos - PSG

Raheem Sterling - Manchester City