Ein av størstu einstøku heiðrunum ein spælari kann fáa, er Ballon d’Or gullbólturin hjá franska tíðarritinum, France Football. Tað hevur mangan elvt til nógv kjak, og nú eru broytingar á veg.
Fyrsta broytingin er, at Ballon d’Or bólturin nú skal latast fyri eitt kappingarár. Fyrr hevur talan verið um eitt kalendaraár. Tá verður besti spælari frá januar til desember valdur. Nú er tað frá august til juli. Sostatt verður HM 2022 tald við til Ballon d’Or 2023.
Hvør ár eru 30 spælarar hjá monnum, 20 spælarar hjá kvinnunum og tíggju spælarar til Yachin (málverjar) og Kopa (ungi spælari) í uppskoti. Her eru tað ítróttarskrivararnir hjá France Football og L’Equipe, sum velja. Nú verður Didier Drogba lagdur afturat teimum, sum skulu velja.
Tað hava verið ítróttarskrivarar hjá øllum limalondunum í FIFA, sum hava atkvødd, men nú verða tað bara ítróttarskrivarar hjá 100 fremstu londunum á FIFA styrkilistanum. Tí er sannlíkt, at føroysku atkvøðurnar fella burtur í framtíðini.
Størsta broytingin kemur hvussu tú skal atkvøða. Fyrr hevur stórur dentur verið lagdur á liðavrik og søguna hjá einum spælara. Nú er fyrsta treyt, at hyggja eftir einstøku avrikunum í hesum árinum. Síðani koma liðavrikini og so Fair Play og atburði.
Kappingin hevur verið dominerað av Lionel Messi og Cristiano Ronaldo síðani 2008. Tað hevur verið torført hjá øðrum at bróta inn, tí stendur á jøvnum, so eru teir báðir frammanfyri við søguni í huga. Nú kann ein spælari, sum bara hevur eitt fantastiskt ár, vinna Ballon d’Or fyri tað kappingarárið.