Bamses Venner koma til Føroya

Bamses Venner koma til Føroya at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi tann 25. september. Tað er Argja Bóltfelag, sum bjóðar Bamses Venner til Føroya. Hóast tað liggur eitt sindur frammi í tíðini, verður skjótt byrjað at selja atgongumerkir í forsølu til dansitiltakið

 

Bamses Venner eru í løtuni betri umtóktir enn nakrantíð, millum annað tí, at Flemming ?Bamse? Jørgensen vann kappingina ?All Stars?, sum varð send á TV2 hvønn fríggjadag alt várið i 2009.

 

Í nærmastu framtíð kemur ætlandi út ein nýggj fløga, har m.o. Kim Larsen, Poul Krebs, Ufo & Yepha og fleiri onnur hava gjørt løg til fløguna, so eingin ivi er um, at Bamses Venner eru háaktuellir í løtuni.

 

Síðani Bamses Venner byrjaðu at syngja í 1973, er hitt aftaná hitt skolað inn yvir Danmark, og hava frálíku løgini eisini verið nógv at hoyrt í Føroyum.

 

Fyrst kom hittið ?Go´Daw Do?, og stutt aftaná kom eitt av størstu hittunum hjá Bamses Venner nakrantíð, ?Vimmersvej?, umframt nógvir aðrir stórir slagarar, so sum ?I En Lille Båd Der Gynger?, ?Spil Whist Igen?, ?Venner Kom Og Se?, ?Tænker Altid På Dig?, ?Har Du Lyst?, ?Tre Tænder?, ?Jeg Elsker Når Ungerne Leger?, ?Elsker Kun Dig? og nógv onnur løg, sum flestu føroyingar kenna.