Bankapakkin klárur í næstu viku

Politiskir eygleiðarar í Danmark vænta, at samráðingarnar um tann næsta bankapakkan verða lidnar, áðrenn ein vika er farin. Tað segði danski fíggjarmálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen við danskar fjølmiðlar í dag

Vinnumálaráðharrin helt fundin verða ógvuliga jaligan, og hon hevur góðar vónir um, at talan verður um eina breiða semju í Fólkatinginum. Hon metti, at politisku flokkarnir vildu strekkja seg langt fyri at finna eina loysn.

Sosialistiski Fólkaflokkurin er enn ikki við í samráðingunum, men stjórnin umhugsar at fáa SF við í semjuna um bankapakkan. Danski Fólkaflokkurin er kortini ikki heitur fyri at fáa SF við, sum part av semjuni um tann næsta danska bankapakkan.