Tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri føroyska samfelagið, at ongin sáttmáli er fingin í lag millum AFF og Finansforbundet. Eitt samhugaverkfall í Danmark fer ivaleyst at merkja, at Føroyar fíggjarliga verða avskornar frá umheiminum, so leingi arbeiðssteðgur er Eftir at samráðingarnar um nýggjan sáttmála millum starvsfólk og arbeiðsgevarar í Føroya Banka og Trygd eru slitnaðar, verður arbeiðssteðgur frá í morginárið.
Finansforbundet, ið er fakfelagið hjá starvsfólkunum, sum førir samráðingarnar við Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, AFF, ætlar sær ikki at sita hendur í favn, meðan arbeiðssteðgurin er.
Møguleikarnir eru nógvir fyri at gera vart við ósemjuna, og ein av teimum er steðga øllum peningaflutningi til og úr Føroyum. Hetta fera at lemja alt samfelagið.
Les alla greinina í Sosialinum í dag.