Hóast úrslitið hjá BankNordik fyri skatt fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 365 millióir krónur samanborið við 146 millióir krónur í sama tíðarskeiði í 2009, so var úrslitið fyri 3. ársfjórðing er eitt hall upp á 93 milliónir krónur.
Tað er fyrst og fremst avlopið frá Bakkafrost-søluni, sum er orsøk til økta úrslitið, meðan niðurskrivingar hava ávirkað verra vegin.
Niðurskrivingarnar øktust við 150 millióir krónur í 3. ársfjórðingi til 185 millióir krónur fyri alt tíðarskeiðið. Øktu niðurskrivingarnar standast ikki av verri gongd í útlánum, men standast av einum falli í virðinum á trygdum í nøkrum fáum millumverandi, sum nú eru í likviditatión. Sostatt metir bankin útlánini sum heild vera sunn.
Niðurskrivingarnar viðførdu eitt negativt úrslit fyri skatt í 3. ársfjórðingi á 93 millióir krónur. Solvensurin var 17,2% móti endanum á 3. ársfjórðingi í mun til lógarkravið, sum er 8%.
- Úrslitið áðrenn skatt í 3. ársfjórðingi er óvæntað og er sjálvsagt ikki nøktandi. Útlánini eru kortini sunn, og við einum úrslitið higartil á 365 millióir krónur er BankNordik framhaldandi eitt sterkt og vælgrundað banka- og tryggingarsamtak við virksemi í fýra norðurlendskum marknaðum. Við einum kjarnusolvensi yvir 17%, einari sunnari fíggjarstøðu og nøktandi gjaldføri eru vit væl fyrireikað at halda fram við okkara støðuga vøkstri í norðurlendsku marknaðunum, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik samtakinum.
BankNordik fekk nýggj innlán í 3. ársfjórðingi á 500 millióir krónur tilsamans frá meira enn 700 nýggjum kundum. Hesi nýggju innlánini førkaðu gjaldførið enn hægri upp á 338% yvir lógarkravið.
Útlitini til ársúrslit fyri 2010 verða tillagað sum avleiðing av tí óvæntaðu økingini í niðurskrivingum í 3. ársfjórðingi. Nú væntast ársúrslit áðrenn skatt og virðisjavnan at vera í leguni 360 ? 400 millióir krónur móti teimum áður fráboðaðu útlitinum á 470 ? 510 millióir.