BankNordik høvuðsstuðul hjá Mjølnir

BankNordik og flogbóltsfelagið Mjølnir hava gjørt avtalu um at leingja samstarvið við nýggjum eitt ára stuðulssáttmála.

BankNordik og flogbóltsfelagið Mjølnir hava gjørt avtalu um at leingja samstarvið við nýggjum eitt ára stuðulssáttmála.

 

Við hesum heldur BankNordik fram sum høvuðsstuðul hjá Mjølnir sætta árið á rað.

 

Nú nýggjur stuðulssáttmáli er komin í lag millum BankNordik og Mjølnir, fegnast næstformaðurin í Mjølnir, Tina Purkhús, um stuðulin, ið kemur væl við hjá felagnum.

 

-Vit hava verið sera fegin um samstarvið við BankNordik seinastu árini, og tí vendu vit okkum til bankan í ár við ynski um at taka eitt kappingarár afturat saman við teimum. Vit fegnast um, at sáttmálin nú er undirskrivaður og síggja fram til, at góða samstarvið heldur fram, sigur Tina Purkhús.

 

- Vit fegnast um at kunna leingja um góða samstarvið. Mjølnir hevur rokkið góðum úrslitum seinastu árini, og er í løtuni í einari spennandi tilgongd við fleiri nýggjum leikarum. Vit eru fegin um at verða við í tilgongdini og víðari menningini av felagnum, sigur John Syderbø, Sølu- og marknaðarstjóri hjá BankNordik.

 

Stuðulsavtalan fevnir um vaksnamannadeildirnar og ungdómshópin hjá Mjølnir.