Í juli mánað fingu øll tey uppstillaðu løgtingsvalevnini møguleika at svara 15 spurningum um umhvørvið og náttúruvernd. Fuglafrøðifelag Føroya, Ringrás og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag sendu teimum øllum eitt spurnarblað við vón um at fáa svar frá so nógvum sum gjørligt fyri at vita, hvørja støðu valevnini hava til hetta økið.
Tá freistin var úti, høvdu 74 av 179 valevnum svarað spurningunum frá umhvørvisfelagsskapunum.
Nú nýggja tingið er mannað er greitt, at meginparturin av teimum valdu hoyrir til partin, sum ikki svaraðu spurningunum í summar. Einans 10 í nýggja løgtinginum gjørdu sær stundir at svara.
Eingin av teimum valdu fyri Fólkaflokkin tók lut í kanningini, og yvirhøvur var tað bara eitt fólkafloksvalevni, sum svaraði spurningunum upp undir valið.
Størstu luttøkuna til hesa kanning í nýggja tinginum eigur Javnaðarflokkurin. Har svaraðu fýra av teimum sjey valdu. Trý út av seks frá Tjóðveldi svaraðu. Tvey út av sjey frá Sambandsflokkinum luttóku, ein av tveimum frá Miðflokkinum luttók.
Yvirlit av teimum 33, sum luttóku og ikki luttóku:
Fólkaflokkurin:
1 Beinir Johannesen LUTTÓK IKKI
2 Jacob Vestergaard LUTTÓK IKKI
3 Jørgen Niclasen LUTTÓK IKKI
4 Jógvan á Lakjuni LUTTÓK IKKI
5 Christian Andreasen LUTTÓK IKKI
6 Jákup Mikkelsen LUTTÓK IKKI
7 Uni Rasmussen LUTTÓK IKKI
8 Elsebeth Mercedis LUTTÓK IKKI
Sambandsflokkurin:
1 Bárður á Steig Nielsen LUTTÓK
2 Magnus Rasmussen LUTTÓK IKKI
3 Helgi Abrahamsen LUTTÓK
4 Kaj Leo Holm Johannesen LUTTÓK IKKI
5 Frimodt Rasmussen LUTTÓK IKKI
6 Rósa Samuelsen LUTTÓK IKKI
7 Johan Dahl LUTTÓK IKKI
Javnaðarflokkurin:
1 Aksel V. Johannesen LUTTÓK IKKI
2 Ingilín Didriksen Strøm LUTTÓK
3 Henrik Old LUTTÓK IKKI
4 Heðin Mortensen LUTTÓK
5 Djóni Nolsøe Joensen LUTTÓK
6 Jóhannis Joensen LUTTÓK
7 Bjarni Hammer LUTTÓK IKKI
Sjálvstýri:
1 Kristin Michelsen LUTTÓK IKKI (Varð uppstillaður aftaná freistin at svara var úti)
Tjóðveldi:
1 Høgni Hoydal LUTTÓK
2 Sirið Stenberg LUTTÓK IKKI
3 Bjørt Samuelsen LUTTÓK
4 Kristina Háfoss LUTTÓK IKKI
5 Beinta Løwe LUTTÓK IKKI
6 Hervør Pálsdóttir LUTTÓK
Framsókn:
1 Bjarni K. Petersen LUTTÓK IKKI
2 Poul Michelsen LUTTÓK IKKI
Miðflokkurin:
1 Jenis av Rana LUTTÓK
2 Bill Justinussen LUTTÓK IKKI