Bara eitt á muni

VÍF gav ikki skarvin yvir, men vunnu seg støðugt inn á Neistan, so munurin undan seinnu hálvfinaluni bert er eitt mál

Neistin-VÍF 28-27 (17-12)

Hóast Neistin stóran part av dystinum var greitt á odda, so eru nú útlit fyri eini sera spennandi seinnu hálvfinalu í Vestmanna.

 

VÍF spældi ein frálíka góðan seinna hálvleik, har tær støðugt ótu burtur av leiðsluni hjá Neistanum. Bæði liðini spældu við mansverju fyri tað nógva eftir steðgin, og tað nervaði Neistan nakað meira, at Milica Rankovic varð mansvard, heldur enn tað gjørdi hjá VÍF, tá Adina varð mansvard. 

 

Ikki minst fingu Agnas Olsen og Liljan Djurhuus gott rásarúm, og tað eydnaðist altso hjá VÍF at toga munin niður í eitt mál.

 

Tað ber við sær, at útlit eru fyri eini sera spennandi seinnu hálvfinalu í Vestmanna mikukvøldið.

 

---

 

30 min: Neistin-VÍF 17-12

 

Tað er framvegis heimaliðið, sum er omaná, nú tær eru komnar hálvan veg í fyru hálvfinaluni millum Neistan og VÍF. 

 

Fleiri myndir frá dystinum síggjast HER

 

Neistin leyp avstað alt fyri eitt, og eitt skifti var munurin sjey mál. 

 

VÍF hevur tó fingið fatur á dystinum, og seinastu løtuna hava teir eisini minkað nakað um munin. Enn hava tær gulu tó til góðar at fáa Liljuna Djurhuus veruliga inn í dystin. 

 

---

20 min: Neistin-VÍF 12-8

 

Neistakvinnurnar hóttu við at punkterað spenningin fullkomuliga mest sum alt fyri eitt, nú tær spæla hálvfinalu móti VÍF.

 

Eftir lítlari løtu var støðan 6-0 til heimaliðið, og VÍF tóktist púrasta ráðaleyst, men eftir eitt time-out frá beinkinum hava tær nú fingið betri tak á. Ikki minst hevur Adina Ghidoarca í fleiri førum givið góð dømi um síni framúr hondbóltsevni, og hon hevur skotið ikki færri enn fimm av teimum átta málunum, sum VÍF hevur fingið higartil.