Bara fýra eru eftir frá 1995

Tað var um reppið, at føroyingar komu á odda, tá landsliðið fyrru ferðina vitjaði í Moskva


 

Fótbóltur



Tá føroyska landsliðið í kvøld fer inn á olympiska leikvøllin í Moskva verður talan um ikki heilt ókendan vøll fyri summar av spælarunum. Landsliðið hevur nevniliga eina ferð áður verið í Moskva og spælt. Tað var leygardagin 6. mai í 1995. Talan var um EM undankappingardyst, og Russland vann 3-0.

Føroyska liðið sá soleiðis út ta ferðina: Jens Martin Knudsen, GÍ ? Henning Jarnskor, GÍ (Djóni N. Joensen, NSÍ, 70), Janus Rasmussen, GÍ, Óli Johannesen, TB, Jens Kristian Hansen, B36, Øssur Hansen, B68 ? Allan Joensen, KÍ, Kurt Mørkøre, B68, Magni Jarnskor, liðformaður, GÍ ? Todi Jónsson, Lyngby, Jens Erik Rasmussen, Horsens.

Á beinkinum uttan at koma á vøllin vóru Kaj Leo Johannesen, HB, Harley Bertholden, KÍ, Tummas Eli Hansen, B36 og Súni Fríði Johannesen, B68.

Tað verður ofta tikið til, at Allan Simonsen heldur seg til somu spælararnar. Tað er nógv um hetta, men samstundis er tað ein veruleiki, at útskiftingin hevur verið stór síðani Russlands ferðina í 1995.

Bara fýra av spælarunum, sum vóru við ta ferðina ? UEFA ásetingarnar søgdu tá, at sekstan spælarar skuldu vera í ferðalagnum, meðan tær nú siga, at talið kann vera átjan ? eru við í Moskva hesa ferð. Teir eru Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen, Øssur Hansen og Kurt Mørkøre.

Tveir stórar møguleikar

Ta ferðina vóru 9.500 áskoðarar á stóra olympiska stadion í Moskva. Føroyingarnir kundu teljast á aðrari hondini. Russland fekk ikki hol á fyrrenn í 51. minutti, og so skoraðu teir aftur í 72. og 79. minuttunum.

Føroyska liðið stóð seg sera væl í 1. hálvleiki. Verjan var tøtt, so russararnir høvdu ilt við at spæla seg til málmøguleikar. Teir komu alt longri fram á vøllin, og í tveimum umførum høvdu føroyingar stórar møguleikar at fáa mál.

Í tí fyrra førinum varð Jens Erik Rasmussen spældur leysur. Við einum verjuspælara í hølinum, kom hann móti Stanislav Cherchesov, sum var málverji. Hesin kom út ímóti, Jens Erik dró eitt vet til vinstru, fintaði skotroynd, og tá málverjin tveitti seg niður, lyfti føroyski álopsmaðurin bóltin upp um hann. Men ólukkutíð tók bólturin í knæið á málverjanum og fór stiklandi dygst skeivu megin stólpan.

Í tí seinna førinum vóru Óli Johannesen og Todi Jónsson brádliga tveir ímóti einum á russisku hálvuni. Óli hevði bóltin mitt fyri, meðan Todi fór í vinstra borð og dró verjuspælaran við sær. Óli kundi havt rikið inn í brotsteigin og roynt ímóti málinum. Men hann valdi heldur at spæla til Toda, sum megnaði at koma í skotstøðu í brotsteiginum. Vinkulin var spískur, og heilt uppi í málhorninum fekk málverjin bent bóltinum til hornaspark.

Vóru á odda

Russarar vitjaðu á Svangaskarði 6. september í 1995. Teir vunnu 5-2, men teir 1.852 áskoðararnir og alt Føroya fólk kemst ivaleyst við løtuna, tá Todi Jónsson í 55. minutti skoraði til 2-1. Henning Jarnskor hevði í 12. minutti javnað til 1-1. Russarar fingu mál í 10., 60., 65., 84. og 87. minuttunum.

Ta ferðina sá liðið soleiðis út: Jens Martin Knudsen, GÍ ? Henning Jarnskor, GÍ, Tummas Eli Hansen, liðformaður, B36 (Allan Joensen, KÍ, 81.), Óli Johannesen, TB, Janus Rasmussen, GÍ, Øssur Hansen, B68 ? Julian Johnsson, HB, Kurt Mørkøre, SIF Ålesund, Jens Kristian Hansen, B36 ? Jan Allan Müller, Sumba/VB (Jens Erik Rasmussen, TB, 72), Todi Jónsson, Lyngby

Á beinkinum uttan at koma inn vóru Jákup Mikkelsen, Herfølge, Jan Dam, HB og Magni Jarnskor, GÍ.

Seks spælarar eru í Moskva hesa ferð, og sum vóru í hópinum ta ferðina. Teir fýra, sum vóru við í Moskva fyri seks árum síðani, og sum aftur eru við hesa ferð, vóru allir á liðnum á Svangaskarði. Um liðið í kvøld verður umleið tað sama, sum tað var í Luksemburg, so vera tríggir spælarar á liðnum aftur hesa ferð: Óli Johannesen, Øssur Hansen og Kurt Mørkøre.

Vit kunnu bara staðfesta, at sjálvt um tað verður spælt við so at siga sama liði hvørja ferð, so hava broytingarnar verið stórar í seks ár.


jh