Bara hann fór inn

Súni Olsen tóktist ikki hugsa serliga nógv um, hvussu vakurt mál hansara var. Hann fegnaðist bara um, at bólturin endaði í meskunum

Leikaraprát
Ein sonn frísparksperla, sum hvørki Beckham ella Carlos høvdu gjørt betri. Minni kunnu rósurnar neyvan vera, tá tosast skal um málið, sum Súni Olsen setti í kassan úr 30 metrum mikukvøldið.

Men at skjóta beinleiðis á málið úr 30 metrum er nakað óvanligt, og Súni viðgekk eisini eftir dystin, at tað langt ífrá er altíð, at hetta verður roynt.

- Tað kann eg ikki siga. Ikki tí, tað hevur eisini riggað onkra aðra tíð, og undir venjingunum hevði gingið væl at skoti, so eg trúi uppá tað. Eg tók eisini bóltin beinanvegin, og so var bara at royna eftir tríkantinum.

- Og kendi tú alt fyri eitt, at bólturin var skotin akkurát soleiðis, sum hann skuldi skjótast?
- Eg rakti hann sera væl, men eg sá ikki sjálvur, akkkurát hvussu hann fór inn. Múrurin hjá teimum stóð fyri, men tá eg so sá hinar fegnast, so roknaði eg við, at tað var mál. Men um tað var flott ella ikki, tað sá eg ikki.

Um vit so siga tær, at bólturin sat heilt uppi í horninum. Var tað so nóg gott.

Bara hann fór inn, so var tað gott. Tað var tað týdningarmesta, segði Súni Olsen at enda.
Um hann so segði tað sama, tá hann seinni um kvøldið, sigur søgan tó einki um, men hóast hann ofta hevur skotið góð mál, so munnu fá hava verið av tí slagnum, sum Svangaskarð var vitni til mikukvøldið.