Tað er nokk bara Jørgen Niclasen, sum kann koma við slíkum tvætli
Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, var bersøgin tá ið løgtingið viðgjørdi eitt uppskot, Jørgen Niclasen hevur lagt fyri Løgtingið um at geva kommunum loyvi til at hækka botndrádráttin upp í 65.000 krónur, tí so er hann tann sami sum botnfrádrátturin í landsskattinum.
Tað merkir, at ongin skattur verður goldin av teimum fyrstu 65.000 krónunum, ein forvinnur.
Í dag er botnfrádrátturin hjá kommunum 30.000 krónur, og avleiðingin av tí er, at tað er sjáldan, at fólk sleppa undan at rinda kommunuskatt, hóast tey ongan landsskatt rinda
Tað varð upplýst í Løgtinginum, at brúka allar kommunur hendan møguleikan til fulnar, fer tað at kosta teimum hundraðtals milliónir krónur í mistum skattainntøkum
Pauli Trónd Petersen sigur, hetta uppskotið er tað bera tvætl, sum bara Jørgen Niclasen kann koma við.
Meinti hann nakað við tað, skuldi hann heldur havt gjørt tað í undanfarnu samgongu, har hann sjálvur var landstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann vísir á, at kommunurnar hava eisini víst á, at tær góðtaka ikki, at løgtingið pilkar við botnfrádráttin hjá kommununum, uttan so at tær fáa fult endurgjald frá landinum.
Og sjálvur mótmælir Pauli Trónd Petersen, sum eisini er borgarstjóri í Vestmanna, at ætlanin er at pilka við kommunal viðurskifti.
– Tað vera bara tær ríku kommunurnar, sum hava ráð at hækka botnfrádráttin og avleiðingin av tí verður, at tær veikaru kommunurnar fara at vikna enn meiri.
– Tað kann ikki vera ætlanin, at nakrar fáar, ríkar kommunur, skulu kunna týna tær kommunurnar, sum eru verri fyri, so at vit at enda bara hava einar fýra kommunur eftir.
Hvørki Jørgen Niclasen sjálvur, ella aðrir tinglimir í andstøðuni, skiltu mótstøðuna ímóti, at kommunurnar fingu heimild at hækka botnfrádráttin.
Hann vísti á, at tað er ikki eitt krav til kommunurnar, at tær skulu hækka botnfrádráttin, men vilja tær geva borgarunum ein skattalætta, ger uppskotið, at tær fáa møguleikan til tað, tí tað hava tær ikki nú, segði hann.