Bara laksur í Vági

Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum í dag, verður eingin vanlig fiskaframleiðsla í Vági. Faroe Farming fer at yvirtaka virkið og brúka tað sum sláturvirki til laks. Tá fiskavirkið í Vági var við í keypinum hjá Varðanum, Framherja og Samherja, gittu mong, at felagið undir stovnan fór at brúka hetta virkið sum uppisjóvarvirki.

Men sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum verður tað ikki so.

Tað verður alifelagið Faroe Farming í Suðuroy, sum fer at yvirtaka virkið í Vági og fer at brúka tað til sláturvirki.

Í tíðindunum um middagsleitið í dag varð einki sagt um, at virkið eisini fer at verða brúkt sum góðskingarvirki.

Havsbrún í Fuglafirði eigur 78% av Faroe Farming, og Fiskaaling í Vági eigur partin, sum eftir er.

Í tíðindunum hjá útvarpinum um middagin skiltist, at feløgini, sum eru saman um keypið av ognum, sum vóru í trotabúnum eftir Faroe Seafood og Faroe Fish II, ætlandi fara at brúka hini trý virkini - í Runavík, Toftum og í Vestmanna - til vanliga fiskaframleiðslu.