Barcelona er heimsmeistari fyri felagslið

Trý evropeisk lið endaðu á heiðursmerkjaplássunum

Mynd: IHF

HM fyri felagslið í hondbólti hjá monnum hevur verið leikt í Egyptalandi farnu dagarnar. 

 

Í dag vóru finalan og bronsudysturin, og endaði evropeisk lið á øllum heiðursmerkjaplássununum.

 

Barcelona vann finaluna á ungarska liðnum, Veszprém, ið vann kappingina seinast. Barcelona vann 31-30 aftaná tvær ferðir longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 21-21 (13-12).

 

Aleix Gomez Abello var við seks málum toppskjútti hjá Barcelona. Hugo Georges Christian Descat var við átta málum toppskjútti hjá Veszprém.

 

Í bronsudystinum hevði týska liðið, Magdeburg ongar trupuleikar við egyptiska liðnum, Al-Ahly. Magdeburg vann dystin 32-23. Í steðginum var týska liðið frammanfyri við átta málum, 19-11.

 

El Zamalek úr Egyptalandi gjørdist nummar fimm í kappingini, og Al Sharjah úr Sameindu Arabisku Emirríkjunum gjørdist nummar seks. Taubate úr Brasil var nummar sjey, California Eagles úr USA var nummar átta, og Sydney University úr Avstralia endaði á níggjunda plássinum.

 

Vinnandi liðið í kappingini fekk 350.000 ameriskar dollarar (2,3 miljónir í okkara peningi). Nummar tvey fekk 150.000 dollarar, og nummar trý fekk 50.000 dollarar. 

 

Tað verður tó seinur dagur, at HM fyri felagslið verður líka vælumtókt sum Champions League. 

 

 

 

 

 

Mynd: IHF