Barcelona fall

Champions League: Verandi meistararnir vinna ikki steypið

FC Barcelona er úti av ársins Champions League kapping. Tað hendir eftir at teir taptu 2-0 fyri Atletico Madrid í kvøld. Samanlagt vinnur Atletico Madrid fjórðingsfinaluna 3-2. Í hini fjórðingsfinaluni vann Bayern Munchen samanlagt á Benfica.

 

Hvar er Lionel Messi?

Undan dystinum var Barcelona á odda 2-1, og kundi tí liva við einum málleysum javnleiki. Atletico Madrid byrjaði við at trýsta eitt nærmast kreppukent Barcelona lið, sum ikki hevur vunnið í fýra dystum.

 

Úrslit kom burturúr trýstinum, tá Antoine Griezmann stóð einsamallur í brotsteiginum og stútaði hegnisligt innlegg í málið. Restina av dystinum trýsti Barcelona, meðan Atletico Madrid við Diego Simeone við róðrið vardi ímóti.

 

Tað endaði við, at Atletico Madrid fór í mótálop og vann sær brotsspark. Aftur var tað Antoine Griezmann, sum skoraði fyri Atletico Madrid. Barcelona fekk ein møguleika, at fáa dystin í longdaleiktíð, tá Barcelona av røttum átti brotsspark, men sendi eftirfylgjandi frísparki omanfyri málið.

 

Stóri spurningurin seinastu vikurnar er, hvar er Lionel Messi? Hann hevur ikki spælt væl síðani El Clasico, og aftur í kvøld var hann lítið eyðsýntur, Tað kann helst eisini sigast um eitt nú Neymar. Niðurstøðan eftir dystin kvøld er, at bæði Barcelona og Lionel Messi eru menniskjaligir.

 

Í hini fjórðingsfinaluni vann Bayern Munchen samanlagt á Benfica. Sostatt eru Real Madrid, Manchester City, Atletico Madrid og Bayern Munchen víðari til hálvfinaluna í Champions League.

 

Champions League:

Atletico Madrid (1) – (2) Barcelona 2-0

1-0 Antoine Griezmann, 36

2-0 Antoine Griezmann, 88 (br)

 

Benfica (0) – (1) Bayern Munchen 2-2

1-0 Raul Jimenez, 38 

1–1 Arturo Vidal, 52 

1-2 Thomas Mueller, 70

2-2 Anderson Talisca, 76