Barcelona víðari í Champions League

Fimta umfar í Champions League er farið í gongd, og fyrstu tveir dystirnir eru longu lidnir.

 

Í Hvítaruslandi tapto BATE Borisov heldur óvæntað til Lille, sum við einum 2-0 sigri fekk síni fyrstu stig í bólkaspælinum.

 

Sidibe skoraði fyrsta málið og kláraði eisini út í seinna hálvleik at fáa tvey gul kort, og varð harvið sendur av vølli. Bruno gjørdi seinna málið.

 

Harvið misti BATE Borisov eitt týdningarmikið stig í kappingini um at sleppa víðari til knock-out fasuna av Champions League.

 

Har er Barcelona longu komið takkað verið einum 3-0 sigri í Moskva móti Spartak.

 

Dani Alves legði fyri, og áðrenn Lionel Messi við tveimum málum áðrenn hálvleik avgjørdi dystin.

 

Barcelona er sostatt komið upp á 12 stig, Celtic er á øðrum plássi við 7 stigum, meðan Benfica hevur fýra stig. Og júst Benfica og Celtic møtast í kvøld í Lissabon.