Bárður Nielsen setir løgmann upp á pláss

– Sambandsflokkurin kann samstarva við allar flokkar og vísur tí ongum samstarvsfelagum í skammikrók áðrenn løgtingsvalið og harvið møguliga útihýsur seg sjálvan.

– Sambandsflokkurin kann samstarva við allar flokkar og vísur tí ongum samstarvsfelagum í skammikrók áðrenn løgtingsvalið og harvið møguliga útihýsur seg sjálvan.

 

Tað er greiði boðskapurin hjá Bárði Nielsen, næstformanni Sambandsfloksins.

 

Harvið vísir hann aftur tí, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, segði í gjár, tá hann útihýsti samstarv millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

 

Les eisini: Kaj Leo gevur Aksel durafjórðingin

 

Bárður Nielsen vísir á, at eftir at flestu politisku flokkar hava hildið landsfundir við ymsum partapolitiskum markeringum, er stundin komin til, at vit sum veljarar og fólkavald fyrihalda okkum realistiskt til tað, ið lagt er fram.

 

– Tað ber m.a. í sær, at trekkjast skal frá víðgongdum útmeldingum og vallyftum. Hetta er náttúligt at gera, tí ongin flokkur kemur ígjøgnum við øllum, sum er markerað á landsfundi ella í skáltalum. Nýggjasta er, at Javnaðarflokkurin á landsfundi hevur markerað skattalættar, avtøku av brúkaragjøldum og annað mangt. Enn hevur flokkurin ikki sagt nakað um, hvat ið hetta kostar, men at rokningin skal sendast vinnufyritøkum, sigur Bárður Nielsen.

 

Niðurstøða hansara er púra greið, at útmeldingin hjá Javnaðarflokkinum ikki er haldfør í praksis.

 

– Tað ber ikki til at leggja hissini ófíggjaðar rokningar á borðið og so krossa fingrar fyri, at onkur annar fer at gjalda tær. Tey, sum fyrihalda seg realistiskt til politiskar markeringar, vita eisini, at hesar hjá Javnaðarflokkinum gerast ikki til praktiskan politikk bara tí, at Javnaðarflokkurin nú hevur markerað.

 

– Hinvegin eiga vit, sum møguliga skulu samstarva og frameftir finna semjur við t. d. Javnaðarflokkin, ikki at melda ov harðliga út, heldur Bárður Nielsen.

 

– Sambandsflokkurin eigur ikki at vísa møguligum samstarvsfelagum í skammikrók áðrenn løgtingsvalið og harvið útihýsa seg sjálvan og egnan politikk, sigur hann og staðfestir, at trupult verður hjá Sambandsflokkinum at samstarva við Tjóðveldi.

 

– Men harífrá og til at signalera, at Fólkaflokkurin og smærru flokkarnir eru einastu samstarvsmøguleikar frameftir, er at fara ov vítt. Tað einasta, sum hendir, um flokkar vísa hvørjum øðrum durafjórðingin, er, at samstarvsmøguleikar gerast færri, sigur Bárður Nielsen, næstformaður Sambandsfloksins í sambandi við útmeldingina hjá løgmanni í gjár.