Bárður Olsen til AB

Bárður Olsen skiftir frá HB til AB. Hann hevur gjørt ein tvey ára sáttmála

Argjamenn hava fingið sín næsta FM vinnara í hópin. Á ársveitsluni kunngjørdi AB, at Hans Jørgensen skiftir frá HB til AB. Nú fylgir Bárður Olsen við honum úr HB til AB.

 

Les eisini: FM vinnari til AB

 

Heimasíðan hjá AB skrivar:

Bárður Olsen, sum eisini í seinnu hálvu í 2011 spældi við AB, er nú komin út aftur til okkara.

Bárður hevur í dag undirskrivað 2-ára sáttmála við FC Argjum og verður hervið partur av EFFOhópinum komandi kappingarár. Bárður er annars EB/Streymari, men hevur tó spælt við HB í ár og í 2010 og 2012 var hann hjá B36. Sum nevnt var hann hjá AB seinnu hálvu í 2011, men hevur annars spælt øll síni yngru ár við EB/Streymi.