Bardust við knívum

Politiið í Havn letur sum heild væl at vikuskiftinum, sum hevur verið rættiliga friðarligt. Men um hálvgum fýra tíðina sunnunáttina varð løgreglan boðsend, tí nakrir ungir dreingir bardust við knívum í Havn

Um hálvgum fýra tíðina sunnunáttina varð løgreglan í Havn boðsend, tí nakrir ungir dreingir bardust við knívum.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at ein 17 ára gamal drongur hevði fingið eitt skarð í høvdið, men talan var ikki um nakað álvarsamt. Tveir dreingir eru tiknir fyri bardagan.
Annars letur politiið væl at júst farna vikuskifti. Tað hevur verið rættiliga friðarligt, men nógv full fólk hava verið í býnum. Sagt verður av politistøðini, at tað sæst væl aftur, at fólk hava fingið løn.
Nógvar ófriðarligheitir hava verið hjá løgregluni at fara út til um vikuskiftið, men tó hevur tað ikki verið tað stóra av týdningi.