Nú fer at líða við arbeiðinum uppá barnagarðin í Gøtu. Farið var undir arbeiðið í juli mánaði í fjør, og síðani hevur verið arbeitt av allari megi, fyri at fáa arbeiðið liðugt áðrenn 1. februar. Tá er ætlanin, at nýggi barnagarðurin skal lata upp.
Tað hevur verið ætlanin at byggja barnagarð í Gøtu í fleiri ár, men ætlaninar eru ongantíð vorðnar veruleiki fyrr enn nú.
Jógvan Gregersen, bygdaráðsformaður í Gøtu, sigur, at teir valdu hesa loysnina fyri at fáa bilbukt við bíðilistanum, sum er vorðin í longra lagið, og hann væntar, at barnagarðurin fer at nøkta tørvin á ansingarplássum í Gøtu.
? Tað er rúm fyri 60-65 børnum í nýggja barnagarðinum, og sum bíðilistin sær út í løtuni, er tað um tað lagið, at tað fer at vera nóg mikið, sigur hann.
Tað er gamli studentarskúlin við Gøtugjógv, sum er bygt um til barnagarð, og hann er innrættaður soleiðis, at tað eru tvær barnagarðsstovur, ein vøggustova, og ein stova til 7-10 ára gomul børn.
Kostnaðurin fyri umbyggingina er ikki liðugt uppgjørdur enn, men Jógvan Gregersen væntar, at hann fer at liggja um 2,5 mió. krónur, tá liðugt er.
Gøtu Kommuna hevur sett 8 pedagogar í starv við barnagarðin og harumframt eru 5 dagrøktarmammur eisini settar í starv sum hjálparfólk.
Barnaansingin í Gøtu hevur higartil verið skipað við dagrøkt burturav, men nú nýggi barnagarðurin verður tikin í nýtslu, verða dagrøktarplássini væntandi niðurløgd.
Tað er Svenn Olsen, byggimeistari, sum hevur staðið fyri arbeiðinum við at gera hølini til barnagarðin, og tað er Elias Hansen, sum hevur projekerað arbeiðið og havt byggieftirlitið