Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu nýggjan stjóra

Herfyri boðaði Sigrid Arge frá, at hon tann 31. august 2021 fer frá sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu fyri aldur.

 

Sigrid Arge hevur starvast á tannlæknastovuni síðan 1982, fyrst sum tannlækni og síðan 1996 sum tannlæknastjóri, tá hon avloysti Erling Simonsen, skrivar torshavn.fo.

 

Hesi 25 árini, sum Sigrid Arge hevur verið stjóri, eru stórar broytingarnar farnar fram á økinum. Lógin fevnir nú um ókeypis tannrøkt til øll børn og ung 0-18 ár, harundir eisini tannrætting.

 

Samanborið við 1996 er barnatalið í skipanini hjá Tórshavnar kommunu trífaldað, samstundis sum tannheilsan hjá børnum og ungum er betrað munandi.

 

Sum nýggjan tannlæknastjóra hevur Tórshavnar kommuna sett Unn Jakobsen í starvið.

 

Unn Jakobsen varð útbúgvin tannlækni í 1993 og hevur drúgvar royndir sum barnatannlækni bæði í Danmark og í Føroyum, harímillum 18 ár í tannlæknastovuni í Havn.

 

Unn Jakobsen hevur eisini granskað innan økið, og saman við Sigrid Arge hevur hon eisini gjørt tær afturvendandi frágreiðingarnar um tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum, umbiðið av Heilsumálaráðnum.

 

Seinastu umleið 4 árini hevur hon verið leiðari av barnatannarøktini í Klaksvíkar kommunu.

 

Unn Jakobsen byrjar í starvinum sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu tann 1. september 2021.

 

Í Barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu eru umleið 20 ársverk. Barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu, men hevur eisini tannlæknastovur í Skúlanum á Argjahamri, í Kollafjarðar skúla og í samstarvi við kommunurnar i Sandoynni eisini á Meginskúlanum á Sandi. Harumframt er tannrættingarstovan í Skúlanum við Løgmannabreyt.

 

Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu fevnir um gott 6.100 børn og ung, og figgjarætlanin er uml. kr. 13 mió., skrivar torshavn.fo.

 

##med2##