Undirtøkan fyri stóru útgávukonsertini hjá Beinir í Løkshøll í kvøld er somikið stór, at fyriskipararnir bjóða til eykakonsert.
Eykakonsertin verður klokkan 20:30, somuleiðis í Løkshøll.
Nógv verður gjørt burturúr, so at konsertin skal blíva ein stór uppliving bæði fyri børn og vaksin. Beinir fer á pallin saman við Kim Hansen, James Olsen, Jóhannes á Rógvu Joensen, Ólavi Øster, kórdreingjum og dansigentum.
Áðrenn øll hesi koma á pallin, sleppa vit at hoyra Kristinu Bærendsen og John Andersen hita upp.
Fyrireikararnir siga, at hetta er konsertin fyri øll børn og foreldur, ommur og abbar, ung og gomul.
Beinir fer at syngja um sápubløðruna, gott vinarlag, sól og summar, óskikkiligar systrar og mangt annað.
Útgávukonsertin klokkan 18 er útseld, men enn eru atgongumerki eftir til eykakonsertina.