7. umfar í landskappingini 2018 er í dag. Dystirnir eru TB/FCS/Royn-HB, KÍ-EB/Streymur, B36-AB, NSÍ-Skála og Víkingur-07 Vestur. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Dysturin í Runavík byrjar klokkan 16, meðan dysturin í Gøtu byrjar klokkan 17.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Bertri deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá dystinum í Trongisvági millum TB/FCS/Royn og HB. Dysturin byrjar klokkan 15. Frásøgnin og 3. Hálvleikur verður merkt av, at tað er FM finala í kvinnuhondbólti millum VÍF og Kyndil. Avgerandi finalan byrjar klokkan 16.
Her á in.fo koma reaktiónir, samrøður, samanumtøkur og myndir frá dystunum í dag.
Stroyming:
Kringvarpið stroymar frá dystinum í Gøtu millum Víking og 07 Vestur.
Víkingur-07 Vestur: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER” – ella á pílin á myndini
Betri deildin menn: 7. umfar
TB/FCS/Royn – HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
KÍ – EB/Streymur (15.00)
B36 – AB (15.00)
NSÍ – Skála (16.00)
Víkingur – 07 Vestur (17.00)