Belgia er á odda við einum máli í steðginum

Belgia er á odda 16-15 í steðginum í seinna dystinum í høllini á Hálsi í Havn

Í kvøld verður seinni venjingardysturin millum Føroyar og Belgia leiktur í høllini á Hálsi í Havn.

 

Í steðginum er Belgia á odda 16-15. Føroyar vóru annars á odda stóran part av fyrra hálvleiki, men nakrar útvísingar moti endanum av hálvleikinum kostaðu.

 

Tað hevur ikki hilnast eins væl í álopsstøðunum hjá føroyska liðnum samanborið við tann fyrra dystin.

 

Málskjúttar: Vilhelm Poulsen 3, Óli Mittún 3, Pauli Mittún 3, Hákun West av Teigum 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Kjartan Johansen 1, Rói Berg Hansen 1.