Maðurin, sum eftir øllum at døma skipaði fyri álopinum á amerikanska konsulátið í libyska býnum Benghazi í september, er tikin í Egyptalandi.
Amerikanska blaðið Wall Street Journal skrivar, at Muhammad Jamal Abu Ahmad, sum er fyrrverandi limur í einum víðgongdum egyptiskum felagsskapi, varð tikin í síðstu viku. Hann sat í fongsli í Egyptalandi, men varð latin leysur, tá stýrið hjá Hosni Mubarak fall í mars í fjør. Sambært blaðnum savnaði hann stutt eftir ein bólk við nøkrum víðgongdum monnum, sum vóru í venjingarlegu í Egyptalandi og í Libya við fígging við al-Qaeda í Jemen. Í september skipaði bólkurin fyri álopinum á amerikanska konsulátið í Benghazi, har sendiharrin og tríggir aðrir amerikanarar doyðu.
Wall Street Journal sigur seg hava fingið upplýsingar um hetta frá ónevndum amerikonskum embætismonnum, sum eisini hava sagt blaðnum, at amerikanska fregnartænastan hjálpti egyptum at taka Ahmad.
Hvørki teir amerikonsku ella teir egyptisku myndugleikarnir hava váttað tíðindini í amerikanska blaðnum.