ALMANNASTOVAN
Um fyrireikingarnar í sambandi við nýggju dagpeningalógina, sum kom í gildi í mai í fjør, hava verið ov vánaligar, ella um tingfólk hava sovið í tímanum, tá ið teir atkvøddu fyri hesi nýggju lógini ella eru vorðin skeivt kunnað, skulu vit ikki taka dagar ímillum. Okkum er kunnugt, at fólk av dagpeningadeildini á Almannastovuni vóru við í fyrireikingunum, og at serkøn í Almanna- og heilsumálastýrinum somuleiðis vóru við. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at hugsað hevur ikki verið um avleiðingarnar av broytingunum í lógini. Sambært stjóranum á Almannastovuni ber rætt og slætt ikki til heilt at fyribyrgja, at ein lógarbroyting fær aðrar avleiðingar enn ætlað.
- Verða vit varhug við, at ein lógarbroyting rakar ótilætlað, venda vit okkum til Trivnaðarráðið. Politiski myndugleikin eigur altíð at fáa afturmeldingar og fáa at vita, um nakað annað vísir seg enn ætlað. At melda slíkt aftur til politisku myndugleikarnar og fyrisitingina hevur ikki verið so høgt raðfest frá okkara síðu, men vit ynskja at leggja størru orku í tað og menna økið sum heild, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Broytingin í dagpeningalógini, sum fekk ótilætlaðar avleiðingar, er valla einasta lógarbroytingin, sum hevur fingið aðrar avleiðingar enn upprunaliga ætlað. Men soleiðis fer altíð at vera í øllum lógarverkum til allar tíðir, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, tí tað ber ikki til, áðrenn lógin fer at virka, at fáa eyga á allar avleiðingar.
- Tí er umráðandi at hava gott og tætt samskifti millum stovnarnar, sum gera og sum umsita lógirnar, fyri at kunna fylgja upp so skjótt til ber.