Berg Motors - selt Mazda Premacy nr.100

Tá Heðin Hádal og familjan komu inn á gólvið hjá Berg Motors seinasta hósdag at avheinta ein nýggjan Mazda Premacy, blivu tey móttikin við blómum og heilsanum. Orsøkin var at tey høvdu keypt Premacy nr.100

Mazda Premacy varð fyrstu ferð sýndur fram á Genève bilaframsýningini á heystið 1999, og fyrsti bilurin kom higar í januar 2000. Hjá Berg Motors siga tey, at bilurin beinanvegin bleiv sera væl umtóktur sum familjubilur. Premacy er ein 5 persónabilur, men frá desember í ár at rokna kemur bilurin á føroyska marknaðin við 7 setrum. Frá januar 2003 fæst hann eisini við einum 100 hk dieselmotori. Bilurin er rættuliga væl útgjørdur við nógvari standardútgerð sum m.a. fjarstýrt sentrallás, hitaði forsetur, traction control, aircondition, eykalyktir framman og el-síðurútar framman og aftan. Flúgvaraborð eru til tey ferðandi á baksetrunum. Síðan Premacy fyrstu ferð bleiv sýndur fram fyri trimum árum síðan, hevur hann fingið nógvar kappingarneytar. Næstan øll bilmerkir hava nú ein MPV í sínari vøruskrá. Mazda Premacy og Renault Scénic vóru millum teir fyrstu í hesum klassanum. Mazda hava bæði Premacy og tann størra, sum heilt einfalt eitur Mazda MPV. Berg Motors hava annars selt 190 nýggjar Mazda bilar í ár.