- Hetta kann valla takast í álvara.
Atli Gregersen, næstformaður í Havbúnaðarfelagnum, er rætiliga ørkymlaður av teimum tiltøkum, sum samgongan umhugsar at seta í verk fyri at sleppa okkum burtur úr kreppuni.
Eitt tiltak, sum samgongan ætlar at seta í verk í nógv umrøda kreppupakkanum, er, at nú skal alivinnan betala eitt serligt víddargjald fyri at fáa rættin til at brúka eitt ávíst aliøki.
Hetta skal útvega landskassanum eina eyka inntøku upp á 12 milliónir um árið.
- Hetta ein ætlan, sum vit fara at berjast ímóti av øllum alvi, tí hetta kann rætt og slætt verða deyðadómurin yvir alivinnuni, sigur næstformaðurin í havbúnaðarfelagnum.
Avlagar kappingina
Í fyrsta lagi heldur hann, at skal alivinnan betala víddargjald, átti gjaldið undir ongum umstøðum at farið í landskassan, men í kommunukassarnar í teimum firðum, har alibrúkini eru.
Men annars heldur hann ikki, at tað er nakað høpi í, at alivinann skal betala eitt slíkt gjald yvirhøvur.
Og tað eru nógvar orsøkir til, at hann ikki heldur, at hetta er eitt rímiligt gjald.
- Havbúnaðarfelagið hevur í nógv ár verið harðliga ímóti at vinnan fær stuðul. Men samstundis staðfesta vit, at fiskivinnan fær nógvan stuðul, bæði skattafrádratt og inntøkutrygd.
- Samstundis kappast vit ofta um somu fólk. Men støðan er rættiliga kappingaravlagandi, tá ið vit, við ongum studningi, skulu kappast ímóti eini vinnu, sum fær nógvan studning.
- Tað merkir, at vit noyðast at betala ovurhøga løn, bara fyri at forða fyri at missa fólk til fiskivinnuna tí hon er før fyri at betala hægri løn av tí at hon fær stuðul.
Atli Gregersen sigur, at hann hevur sjálvur verið úti fyri at missa ein góðan mann til fiskivinnuna, tí at hann ikki kundi bjóða honum 70.000 krónur í løn um mánaðin, tí sjómannafrádráttur og annað gjørdi, at hann fekk hann ikki ta lønina, loysti tað seg betri at fara til skips.
- Men gongur tað illa, skulu vit øll somul eisini betala inntøkuttrygd til fiskivinnuna.
Atli Gregersen leggur dent á, at hann unnar saktans einum sjómanni eina góða løn.
- Eg haldi bara, at tað skal vera reiðarin sjálvur, sum betalir lønina og ikki skattgjaldarin.
Hann sigur, at samstundis sum tað, at politiska valdið ikki tímir ella er ført fyri at rudda slíkt óskil á vegnum, verður í panikki lagt eftir alivinnuni í eini roynd at mólka hana.
- Men tað er ikki av sakligum, vinnupolitiskum orsøkum, men einans tí at landskassin er komin í kreppu.
Alivinnan ongin gullkálvur
Næstformaðurin í Havbúnaðarfelagnum staðfestir, at hóast alivinnan stendur seg væl beint nú, er ikki talan um eina kúgv, ið kann mjólkast endaleyst.
- Taka vit árini frá 2001 til í dag undir einum, hevur alivinnan ongan vinning yvirhøvur.
- Taka vit árini frá 2005 - 2008, hevur vinningurin verið 25 milliónir í miðal og tað verður mett at vera gullár í alivinnuni.
- So at krevja 12 milliónir frá alivinnuni við kassa eitt, áðrenn árið byrjar, er heilt burtur við.
Atli Gregersen staðfestir samstundis, at í ár er úrslitið hjá alivinnuni sera gott, kanska einar 100 milliónir í avlopi.
- Hesi gullárini hjá alivinnuni er eina og aleina eitt úrslit av, at alivinnan í Kili er fullkomiliga farin í knús, samstundis sum at norðmenn hava verið avmarkaðir.
- Men norðmenn menna alivinnuna og um nøkur fá ár, er alivinnan í Kili komin á føtur aftur og so er gerandisdagur aftur.
Atli Gregersen sigur, at tí er tað heilt burturvið at krevja eitt stórt eykagjald frá alivinnuni, tí yvir eitt longri tíðarskeið, kastar alivinnan ikki so nógv av sær.
- Skuldu vit havt betalt 12 millónir um árið í víddargjaldið, hevði eginognin hjá alivinnuni verið yvir 100 milliónir minni enn hon er í dag.
- So tað er skilligt, at eitt slíkt eykagjald verður ein stór forðing fyri at alivinnan kann mennast
Øll skulu vera eins
Hinvegin vísir hann á, at vinnan betalir partafelagsskatt og tess meiri alivinnan kastar av sær, tess meiri betalir hon í skatti.
Og hann heldur, at politiski myndugleikin eigur at brúka partafelagsskattin at stilla, hvussu nógv landskassin skal hava í inntøku, men tað skal vera eins fyri alla vinnuna.
- At krevja eitt milliónagjald frá alivinnuni, sama hvussu tað hilnast, er ørskapur og kann beina fyri vinnuni.
Hann leggur afturat, at summi halda, at tað er ikki annað enn rímiligt, at alivinnan betalir eitt ávíst brúksgjald fyri at fáa rætt til eitt aliøki.
- Tað kann verða nakað í tí, men eisini í hesum føri eigur øll vinnan at verða javntsett og so eigur fiskivinnan, sum brúkar fólksins ogn, eisini at betala fyri brúksrættin og at betala tilfeingisrentu.
- Hví skal alivinnan betala serlig avgjøld, samstundis sum fiskivinnan sleppur undan- og fær studning afturat?
Hann vísir á, at alivinann betalir alla rávøruna sjálv. Tað einasta nátúrutilfeingi,vit brúka, er súrevni úr sjónum. Samstundis eru vit undir strongum eftirliti fyri ikki at dálka natúruna.
Og Atli Gregersen endurtekur, at tað er órímiligt, at politikarar leggjast eftir alivinnuni, samstundis sum teir ikki klára at rudda aðrar skeivleikar í vinnuni burtur, so at øll vinnan er javntsett og hann skilir ikki, hví alivinnan skal betala eitt serligt gjald framum prentsmiðjur, fiskivinnu, byggivinnu og aðra vinnu.
- Tað slepst ikki undan, at alivinnan hevur eina lobby, sum er nógv sterkari enn alivinnan og so verður bara lopið á alivinnuna, tí hon er veikari og sostatt eitt lætt offur, leggur hann afturat.