Bersøgin Jóanes Nielsen í nýggjum filmi

Í heyst kemur Katrin Ottarsdóttir við nýggjum filmi, sum er um rithøvundin og persónin Jóanes Nielsen

Seinasta filmsportrettið hjá Katrin Ottarsdóttir á hesum sinni um føroysk listafólk er ein filmur um Jóanes Nielsen, og hon hevur valt henda mannin at gera film um, tí hann er ein bersøgin rithvøvundur og harvið áhugaverdur at gera søgu um. Filmurin er líka nógv um persónin aftan fyri rithøvundin Jóanes Nielsen.

Fyrstu upptøkurnar vórðu gjørdar fyri tveimum árum síðan, og aftaná tað hava Katrin Ottarsdóttir og Hugin Eide, sum er ljóðmaður hennara, tikið upp nakrar ferðir. Í seinastu viku vóru tey í Føroyum og tosaðu við Jóanes Nielsen, og kanska verður ein upptøka aftrat gjørd seinni í ár.

 

Umgyrdur av mytum

- Jóanes Nielsen er spennandi, hevur gjørt nógv gott, og so er hann so inspirerandi. Haraftat er hann umgyrdur av mytum, sigur Katrin Ottarsóttir.

Hon heldur tað vera so hugtakandi, at Jóanes Nielsen ongantíð er bangin fyri at siga sína hugsan bart út, og hann torir eisini at tosa um privat viðurskifti, samstundis sum hann er lítillátin. Hann er bersøgin bæði í síni skriving og í øllum øðrum, sigur Katrin Ottarsdóttir.

Tað hevði ikki borið til at gjørt ein film um Jóanes Nielsen og ikki tikið hansara politisku sjónarmið við, tí í øllum, sum hann tekst við, er Jóanes Nielsen politiskur. Hann er ein av teimum fáu, sum ongantíð hevur vinglað politiskt.

Í filminum greiðir hann frá, hví hann framvegis flaggar við reyða flagginum 1. mai.

Katrin Ottarsdótir heldur, at nógv nýtt kemur fram í filminum um Jóanes Nielsen.

- Hann kemur við nógvum gull­kornum, hann dugir væl at lesa upp, og so er hann ein ótrúliga filmiskur persónur, sigur Katrin Ottarsdóttir.

 

Fortrólig samtala

Tá ið Katrin Ottarsdóttir tekur upp hevur hon als ikki nakran langan hala av hjálparfólkum við sær. Hon tekur sjálv upp við filmstóli sínum og setir spurningar, og maður hennara Hugin Eide er ljóðmaður. Tey eru ongantíð fleiri fólk.

- Tað sigur seg sjálvt, at tá ið vit bara koma tvey fólk, bróta vit ikki inn í nakað. Fólkini gloyma næstan, at vit eru har. Samtalan og samveran verða meira fortrólig. Hetta er ein bíligari máti at gera film, men sjálvt um eg hevði nógvan pening, kundi eg væl funnið uppá at gjørt film upp á henda mátan, sigur Katrin Ottarsdóttir.

Prátið gongur stillisliga, hon sigur okkurt og gevur Jóanesi Nielsen góðar stundir til at svara. Einki við at hegla ella díkja hann undir við spurningum.

- Umstøðurnar eru so róligar, sum um eingin mikrofon er við. Eg kann halda fram leingi, tí eg leypi ikki á. Eg sleppi meira aftur um mannin, og tí kundu vit eisini fara út á kirkjugarðin at práta við Jóanes Nilsen um pápa hansara, sigur Katrin Ottarsdóttir.

 

Nógv at klippa

Vansin við hesum upptøku­hátt­in­um er, at tað verður nógv meira at klippa.

- Higartil hava vit tikið upp 22 tímar, og vit skulu niður á umleið ein tíma. Ein slíkur filmur skal helst ikki vera longri enn ein tima, tí nnars er ógjørligt at selja hann, sigur Katrin Ottarsdóttir.

Hon harmast um, at tað ikki hevur eydnast henni at selja hinar báðar filmarnar, tann um Hans Paula olsen og tann um Tórodd Poulsen til onnur sjónvarp enn tað føroyska. Filmarnir hava tó verið sýndir á filmsfestivalum. Teir eru á donskum bókasøvnum og fáast á dvd. Tað hevur gingið so illa at selt filmarnar, tí av eini ella aðrari orsøk eru portrettfilmar ikki so høgt í metum beint nú.

 

Fingið góðan stuðul

Katrin Ottarsdóttir sigur, at hon als ikki hevði kunnað gjørt hesar tríggjar filmirnar, hevði hon ikki fingið starvsløn í trý ár.

- Tað hevur verið sum at verið í Paradísi hesi árini, og eg stúri fyri, hvussu verður, tá ið tey trý árini eru farin á nýggjárinum, sigur Katrin Ottarsdóttir.

Hon hevur annars fingið stuðul frá Eik, Fjølriti, Skúla­bókagrunninum, Dansk-Færøsk Kulturfond, Mentamálaráðnum og Mentanargrunni Landsins til at gera filmirnar.

Katrin Ottarsdóttir vónar, at filmurin verður liðugt kliptur í november, soleiðis at hann kann sýnast fram i ár, meðan Tórshavnar kommuna framvegis hevur sítt 100 ára hald.