Besiktas er til reiðar

- Fyrireikingarnar til kappingarárið hava verið einanstanandi, og vit eru til reiðar til kappingarárið. Vit hava ongar skaðar og samanhaldið er fantastiskt, sigur Rustu Recber við heimasíðuna hjá Besiktas.

 

Recber vardi málið hjá Fenerbache, tá B36 royndi seg móti turkiska liðnum í 2006. Málverji skifti til Besiktas í 2007. Hann hevur eisini umboðað Antalyaspor og Barcelona.

 

Víkingur skal royna at fáa bóltin framvið Recber hósdagin, tá verandi steypavinnararnir spæla á útivølli móti Besiktas. Dysturin byrjar klokkan 18.00.