Betri hevði 200 miliónir í avlopi

Tað gongur væl í samfelagnum, og tað sæst aftur í úrslitinum hjá Betri samtakinum fyri 2017.

 

Hóast metstóra skaðahending hjá Betri Trygging hevði samtakið ein vinning eftir skatt upp á 169 mió. kr., og eginognin táttar í 3 mia. kr. Serliga hevur íløguvirksemið hjá øllum feløgunum í Betri samtakinum hilnast væl.

 

- Tryggleikin hjá kundunum og tryggleikin undir okkara virksemi hevur størsta týdningin. Tí krevst, at vit sum samtak leggja niðurfyri í góðum tíðum, so vit kunnu standa trygg í verri tíðum, sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum.

 

Betri Trygging hevur í 2017 verið við til at endurgjalda størsta brunaskaða í Føroya søgu.

- Men hóast hetta vísti úrslitið hjá felagnum bara eitt lítið hall. Betri Pensjón hevur havt vaksandi virksemi við góðum avlopi seinastu árini, og vit vænta framhaldandi vøkstur komandi nógvu árini. Eisini hevði Betri Heim metár við flestu húsasølum í søgu felagsins, skrivar felagið.

 

- Tað er við einari ávísari eyðmýkt, at vit seta okkum mál fyri framtíðina. Vit ynskja at hava ein virknan og sjónligan leiklut í føroyska samfelagnum og vilja skapa vøkstur og trivnað í Føroyum og gera íløgur, sum gagna samfelagnum. Sum eitt serføroyskt fíggjarsamtak, savna vit okkum um føroyska kundan, sigur Ben Arabo.

 

2017 í stuttum fyri Betri P/F:

• Avlop eftir skatt var 169 mió. kr.

• Avlop fyri skatt var 200 mió. kr.

• Útlán hjá samtakinum vóru 5,6 mia. kr.

• Innlán í samtakinum vóru 7,2 mia. kr.

• Solvensur var 42,8%

• Javni var 12 mia. kr.

• Eginogn var smáar 3 mia. kr.