Tað er alneyðugt, at Tjóðveldi fær eina nógv betri landsgeografiska umboðan á løgtingsvalinum komandi enn á tí seinasta.
Føroyar eru eitt valdømi, men kortini kortini hevur geografiska býtið av tingsessunum stóran týdning, tí tað á at kalla øllum økjum er so øgiliga stórur munur millum høvuðsstaðar-risan Havnina og restina á landinum.
Tað er onki galið við politikarum úr Havn, men tey hava ikki avbjóðingarnar á bygd eins tætt at sær og tey, ið har búgva, og tað er nú einaferð so, at tú kennir best vandamál og fyrimunir, tá tú hevur tey upp at tær í gerandisdegnum.
Sjálvur stillaði eg upp í Eysturoynni seinast og í Vágum hesaferð. Tað eru tey økini, eg kenni best, tí úr tí fyrra eri eg ættaður, og í tí seinna búgvi eg.
Vit hava eitt sonevnt umboðandi (representativt) demokrati í Føroyum, og tað eigur at takast í størsta álvara og púra bókstaviligt, tí tú kanst bara umboða tað, tú kennir.
Føroyar eru eitt sera lítið land, men tó er munurin millum høvuðsstaðin og hini økini eins stórur og í stórum londum. Tí er tað so tvingandi neyðugt, at økini uttanfyri høvuðsstaðarøkið og útjaðaran eru væl umboðað.
Vit hava ræðandi dømi aðrastaðni frá, hvat hendir, tá alt tað politiska valdið verður miðsavnað. Eitt nú Grønland, har allir politikararnir eru í Nuuk, og lítlan og ongan áhuga hava fyri økjunum uttanfyri.
Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi