Vit arbeiða framvegis við at kanna, hvussu vit kunnu bøta um viðurskiftini hjá teimum sjúklingum, sum verða sendir úr Føroyum á Sjúkrahús í Keypmannahavn til viðgerðar
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum.
Fyrr í ár segði hann, at arbeitt varð við at útvega eitt nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn, og hann sigur, at tað arbeiðið heldur fram.
Men hann sigur kortini, at arbeitt verður ikki longur við at útvega eitt nýtt hotell, men hann arbeiðir framvegis við at kanna, hvussu umstøðurnar kunnu verða betri.
Talið á føroyskum sjúklingum, sum verða sendir til Keypmannahavnar til sjúkuviðgerð, veksur alsamt og núverandi hotell Tórshavn er mangan so yvirfylt, at tað er neyðugt at útvega sjúklingum og fylgjarum innivist á øðrum hotellum í Keypmannahavn.
– Tað er ein stórt eykaútreiðsla at útvega sjúklingum innivist á øðrum hotellum enn sjúklingahotellinum, sigur hann.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at sáttmálan við núverandi hotellið, verður ikki sagdur upp.
– Núverandi hotell er eitt gott hotell, og tað liggur væl fyri, sigur hann.
Men hann arbeiðir við øðrum møguleikum at avlasta hotellið. Ein møguleiki er at at leiga eitt hotell afturat. Hann sigur, at góður møguleiki er fyri tí, tí landskassin er ein góður, og tryggur leigari.
Men annar møguleiki er at endurskoða gjaldið, sjúklingar og fylgjarar, sum gista á øðrum hotellum enn sjúklingahotellinum, fáa.
Sjúklingar og fylgjarar, sum gista á øðrum hotellum í Keypmannahavn enn Hotell Tórshavn, fáa einar 300 krónur í endurgjaldi fyri tað um dagin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
– Hetta røkkur ikki langt og tí er ein møguleiki at hækka tað, sigur hann.
Hann sigur, at úrslitið av tí kann verða, at sjúklingar, sum eru væl fyri, velja sær onnur hotell at gista á og tað kann gera rættiligan mun hjá sjúklingahotellinum.
Hann hevur áður sagt, at í roynd og veru er hetta ikki nøkur eykaútreiðsla hjá landskassanum, tí hetta eru útreiðslur, vit ikki sleppa undan.
Er ikki pláss fyri sjúklinum á Hotell Tórshavn, hava vit skyldu at útvega teimum innivist á øðrum hotellum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.