Fýra dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag.
Dystirnir sum vera leiktur í dag eru Víkingur-NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu, ÍF-HB í Fløtugerði í Fuglafirði, EB/Streymur-07 Vestur við Margáir í Streymnesi, og B36-B68 í Gundadali í Havn.
Allir dystirnir byrja klokkan 17 uttan B36-B68. Tann dysturin byrjar klokkan 18.30.
(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Víking og NSÍ)
Sunnudagin spæla KÍ og Skála við Djúpumýru í Klaksvík. Tann dysturin byrjar klokkan 15.
HB hevur eina risastóra favorittstøðu móti ÍF, og Víkingur og B36 hava á heimavølli móti NSÍ og B68 greiðar favorittstøður. Sambært miðaloddsunum hjá altjóða veddingarfyritøkum, so er bara lagt upp til stóran spenning í dystinum millum EB/Streym og 07 Vestur.