Tann víðgongdi høgraflokkurin í Kanada, NPC, hevur skrivað Haraldi kongi og Jens Stoltenberg, forsætisráðharra brav við áheitan um at geva Anders Behring Breivik betri umstøður í fongslinum.
-Tað er tín tjóð, sum hevur myndað sinni hansara og hansara hátt at svara einum harðrendum politikki, og tit hava einsamallir ábyrgdina av teimum syrgiligu og ógvusligu avleiðingunum, skrivar flokkurin í brævinum, sum blaðið Klassekampen endurgevur úr.
Kanadiski flokkurin leggur afturat, at Anders Behring Breivik eigur at verða viðfarin sum ein politiskur fangi, og at hann eigur at fáa betri umstøður í Ila-fongslinum. Flokkurin leggur afturat, at hann fer at halda eygað við, hvussu Breivik verður viðfarin í framtíðini.
Anders Behring Breivik fekk í fjør 21 ára fongsul fyri at hava myrt 77 fólk í Oslo og á Utøya tann 22. juli í 2011. Í januar meldaði hann stjóran í Ila-fongslinum, Knut Bjarkeid, og løgmálaráðharran, Grete Faremo, tí hann helt uppá, at hann var píndur í fongslinum. Hann kærdi seg eisini um viðurskiftini, sum hann umrøddi sum sálarliga misrøkt. Sambært norskum fjølmiðlum hevur løgreglan ikki tikið støðu til kæruna enn.
Kanadiski flokkurin NPC, sum varð stovnaður í 1977, verður mettur sum ein rasistiskur flokkur.