Sjúkraviðgerð
Í farnu viku vóru tað mong, sum fingu ein skelk, tá ið Dagur og Vika fortaldi, at fleiri sjúklingar, sum eftir ætlan skuldi til Danmarkar til viðgerðar og kanningar, sluppu ikki av stað kortini, tí játtanin er brúkt upp.
Men bæði sjúklingar og avvarðandi kunnu nú draga andan lættari, tí nú sleppa tey avstað kortini.
Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nevniliga gjørt av at biðja fíggjarnevndina um eina játtan beinanvegin, so at sjúklingarnir sleppa avstað.
Tað varð Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður og limur í fíggjarnevndini, sum elment á tingsins røðarapalli heitti á landsstýrismannin um at senda fíggjarnevndini eina umsókn beinanvegin. Og løgtingsmaðurin legði afturat, at hann kundi veita vissu fyri, at umsóknin fór at vera avgreidd og jásttað uppá ein ella tveir dagar, tí tað fór ikki at vera nakar í fíggjarnevndini, sum fór at seta seg upp ímóti hesum.
Og hesari áheitanini hevur Bill Justinussen nú gjørt av at fylgja.
Hann sigur, at hann helt, at tað var bara tá ið Løgtingið ikki var saman, at tað bar til at biðja fíggjarnevndina beinleiðis um at játta pening við fíggjarnevndarskjølum.
Brúka 20 milliónir meir
Í ár eru settar 60 milliónir krónur av til serviðgerð uttanlands, men longu nú eru brúkar 66 milliónir.
Framrokningar vísa, at hóast tattað verður í, fara útreiðslurnar upp á 80 milliónir í ár.
Tí heitti landsstýrismaðurin á læknarnar um at halda aftur í at senda sjúklingar uttanlands.
Men tað skilst á honum, at læknarnir hava onkusvegna hava misfatað boðini, tí eisini sjúklingar, sum hava tørv á regluligum kanningum í sambandi við ymsar sjúkur, hava fingið boð um, at teir ikki sleppa til kanningar tað, sum eftir er av árinum.
?Tá ið eg sendi læknunum hesa áheitanina, var tað ongantíð ætlanin at raka sjúklingar, sum á nakran hátt hava fyri neyðini at fara til Danmarkar og soleiðis var áheitanin á teir eisini orðað.
? Ætlanin var einans at lata teir sjúklingar bíða til næsta ár, har tað ongar avleiðingar fær, men eg má sjálvsagt lata tað upp í hendurnar á læknunum at gera av, hvør skal av landinum og hvør kann bíða.
? Tað harmar meg, tá ið sagt verður, at nú sleppa ikki fleiri sjúklingar av landinum í ár. Veruleikin er, at vit senda sjúklingar av landinum alla tíðina og har tað er neyðugt, verður tað eisini gjørt tað, sum eftir er av árinum.
Hann sigur, at ætlanin var síðani at søkja um 20 milliónir á eini eykajáttanarrlóg, fyri at tryggja, at teir sjúklingar, sum hava furi neyðini at fara uttanlands tað, sum eftir er av árinum, eisini sleppa uttanlands.
? Men tað tekur tíð at avgreiða eina eykajáttanarlóg og nú málið fekk tað vend, sum tað fekk, havi eg gjørt av at fylgja tilmælinum, sum eg fekk fá Vilhelm Johannesen um at biðja fíggjanrevndina um pening beinleiðis.
Tí hevur hann fyrireikað eitt fíggjarnevndarskjal í vikuskiftunum, sum varð endaliga góðkent á landsstýrisfundi í gjáramorgunin og sum helst varð latið fíggjarnevndini seinnapartin í gjár.
Bill Justinussen ivast ikki í, at peningurin verður játtaður beinanvegi, tí umframt Vilhelm Johannesen, eru tað eisini fleiri aðrir limir í fíggjarnevndini, b æði úr samgongu og úr andstøðu, umframt aðrir limir í samgonguni, sum hava heitt á hann um tað sama.
Hann fer sostatt at biðja fíggjarnevndina játta 20 milliónir krónur beinanvegin, ístaðin fyri at lata tað bíða til eykajáttanarlógin einaferð kemur fyri.
Mugu framvegis tálma
Men samstundis leggur landsstýrismaðurin dent á, at hóast fíggjarnevndin nú fer at játta 20 milliónir eyka, verður tað framvegis neyðugt at tátta í at senda sjúklingar úr Føroyum til viðgerðar og kanningar uttanalnds.
?Tá ið vit siga, at játtanin fer at koma upp á 80 milliónir í ár, er tað við teirri treyt, at vit tátta í. ? -
? Verður ikki táttað í, fer játtanin upp um 80 milliónir. Tí stendur áheitanin á læknarnar um at tátta í, framvegis við, sigur Bill Justinussen.
Men tað skal ikki raka teir sjúklingar, sum hava fyri neyðini at fara uttanlands, leggur hann afturat.